2022-03-29 14:33
Bryggjan verður breiðkað tríggjar metrar og arbeitt verður frá sølubásunum og úteftir. Tað er byggifelagið Articon, sum ger arbeiðið.
Meðan arbeiðið fer fram, verður nakað av tungari ferðslu á økinum. Botnurin verður planeraður við maskinu, sum stendur á bryggjukantinum.
Nýggi bryggjukanturin verður gjørdur við betongelementum, sum ein krani setur niður.
Timbur verður lagt omaná bryggjuna, so útsjóndin verður tann sama, sum á bryggjuni frammanfyri sølubásarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald