Vinna

Andras Róin fer frá sum stjóri á Bústøðum

Stýrið fyri Bústaðir og Andras Róin hava í semju gjørt fráfaringaravtalu.

Mynd: KVF.

Mynd: KVF.

2024-02-13 10:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tíðindaskriv 13/2-24

Stýrið fyri Bústaðir og Andras Róin hava í semju gjørt fráfaringaravtalu. Stýrið ynskir at fara undir eina menningartilgongd, og at ein nýggjur stjóri skal mynda hesa tilgongd. Stýrið fyri Bústaðir takkar Andras Róin, ið hevur myndað felagið síðani 2011 fyri arbeiði, har Andras hevur staðið á odda fyri at umskipa og menna Húsalánsgrunnin til Bústaðir. Fyribils stjóri verður Hjørdis Gaard Lailudóttir, til nýggjur stjóri er settur í starv. Hjørdis er 54 ára gomul og útbúgvin cand. scient. pol. og hevur drúgvar royndir bæði innan tað almenna og privata.

Bústaðir er farið frá at vera ein grunnur, sum hevði sum aðalmál at veita fígging til húsabygging, til at verða eitt bústaðafelag, sum stendur fyri at byggja og leiga út bústaðir kring landið. Bústaðir hevur omanfyri 450 leigumál og fleiri eru á veg. Lýst verður eftir nýggjum stjóra í næstum.

Vegna Stýrið fyri Bústaðir

Teitur Samuelsen, formaður 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder