Mentan

Andakt: Tá ið hjartans hugsan gerst kunn

Í evangeliinum eftir Lukas kapittul 2 sigur gamli Símeon, at Jesus er settur mongum til fals og til uppreisingar og til eitt mótmælismerki, til tess at hjartans hugsan hjá mongum skal gerast kunn.

2024-08-04 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jesus er eitt mótmælismerki, sum fær menniskju at kjakast, at siga hvørjum øðrum ímót, og Guð vil tað, til tess at hjartans hugsan hjá mongum má gerast kunn. Vit kenna so lítið til, hvat býr í okkara egna hjarta, og enn minni, hvat býr í hjartanum á øðrum. Men tá ið vit koma at kjakast um Jesus, verður hetta avdúkað. Tað er einki annað, ið betri kann avdúka okkum enn hetta.

Vit fáa so lítið at vita um hvønn annan, tá ið vit tosa um veður og vind, tí tað er uttanveltað (neutralt) og ópersónligt evni. Heldur ikki fáa vit so nógv at vita um hvønn annan, tá ið tosa verður um politikk, har kunnu vit kanska gerast greið yvir, hvønn flokk tey ymisku hoyra til, men vit fáa ikki nakað veruligt at vita um teirra innara menniskju, teirra persónmensku, sum virði er í. Men tað fáa vit afturímóti, tá ið tosa verður um Guðs son, tá verður veruliga støðan avdúkað.

Set Jesus á dagsskrá har fólk eru komin saman, og beinanvegin er fjøldin býtt í tveir partar. Hann skapar samanhald ella frástøðu. Tað merkist beinanvegin, hvar vit hava hvønn annan; og hvar ein hevur seg sjálvan. Nøkur eru fyri, onnur eru ímóti.

Hin stóri sundurskilnaður, sum á evsta degi skal fara fram, er longu til í tí dulda; men hann verður opinberaður, tá ið okkara innastu hugsanir verða lokkaðar fram, tí vit skulu taka støðu til Kristus.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder