At halda fast við siðvenjur bara fyri siðvenjuna skyld, gevur onga meining.Vit eiga altíð at taka viðurskifti upp til revisjón eisini tey andaligu. Um tað ongantíð verður gjørt, vilja vit stívna í onkrum formum, sum tíðin er farin frá og sum lívið ikki kann brúka longur.
Men á sama hátt sum tað er satt, at okkurt ikki er gott, bara tí at tað er gamalt, er tað eisini satt, at okkurt ikki nýtist at vera ringt, bara tí tað er gamalt. Orsøkin til, at tað hevur hildið sær so leingi kann júst vera at mikið virði er í tí. Av somu orsøk skulu vit ongantíð vraka tað, uttan at vit neyvt hava kannað tað. Vit leggja ikki merkið til øll virði bara eftir einari løtu, og tað kann til tíðir vera nakað innaní, sum vit ikki síggja uttaná.
Um vit bróta allar siðvenjur og ikki halda fast við okkara kristna grundstøði, er vandi fyri, at vit øll koma at sveima í leysari luft í stórari fríheit, men samstundis eisini missa tørvin og evnini til at koma hvørjum øðrum við, og evnini til at finna meining í tilveruni.
.
Tá ið høvundin av Orðtøkunum ræður okkum til, at vit ikki skulu flyta markaskjal, sum fedrarnir settu, liggur stórur vísdómur í orðum hansara. Hann eigur ta eyðmýkt, ið hevur virðing fyri tí, sum onnur hava gjørt. Vit eru ikki tey fyrstu, sum møta á arbeiðsplássinum, onnur hava verið her áðrenn vit, og vit eiga at vera takksom fyri, at vit ikki við hvørjum nýggjum ættarliði skulu byrja á berum. Tann Guð, ið vil læra okkum øll tað trupla kynstur, at liva lívið rætt, hevur havt onnur í skúla áðrenn okkum, og tað er ein stór hjálp fyri okkum, at vit kunnu byggja víðari á tað, sum hann lærdi tey.
Jeremia er inni á nøkrum av tí sama í hinum skriftstaðnum: ”Takið støðu við vegirnar og rannsakið og spyrjið eftir fyrndargøtunum, har eydnuleiðin man liggja, gangið tit hana; tá skulu tit finna hvíld fyri sálir tykkara. Men teir svaraðu: Nei, tað vilja vit ikki!”
”Tað vilja vit ikki!” Í tí sekulariseraða vesturheiminum í dag, hoyra vit eisini hetta tónalagið í kristnum samkomum og kirkjuliðum. Vit vilja hava ta eins og fjøldin vil hava tað. Tað sterka kirkjuliðið, sum skuldi standa sum eitt mótsigandi tekin í heiminum, hevur ístaðin á mangan hátt tillaga seg verðini, tillagað seg tíðarinnar tonkar og tendensinum í samfelagnum. Og tað er veruleiki, at tá ið kirkjan blandar seg upp í heimin, so blandar heimurin seg upp í kirkjuna.Tí hendir tað, at Guðs kirkjulið í staðin fyri at vera salt jarðarinnar gerst sukur jarðarinnar og at tann boðan, sum skal kalla til eitt kristiligt lív, i staðin fyri at vera lekjandi heiluvágur, gerst beróligandi medesin, sum ikki broytir nakað sum helst tey, sum stíga inn um gáttina í Guðs húsi.
Gomul markaskjal eiga altíð at standa sjónlig uppi, tí tá vera fyrndargøturnar, sum Halgabók umtalar, tær rættu og góðu gøturnar, sum eru farbarar fyri ein og hvønn.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald