Vinna

Andakt: Fedranna trúgv

”Eg takki Guði, sum eg frá forfedrunum tæni í reinari samvitsku, líkasum eg áhaldandi havi teg í huga í bønum mínum nátt og dag, tí at tá ið eg minnist tár tíni, leingist mær eftir at síggja teg, fyri at eg kann verða fyltur við gleði, við tað at eg eri komin at minnast ta falsleysu trúgv, sum er í tær, hana sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Evnike, móður tíni, og sum eg eri ivaleysur í eisini býr í tær.” Seinna bræv Paulusar til Timoteusar kp. 1.

2025-09-20 16:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder





Paulus takkar Timoteusi fyri felagsskapin, ið er teirra millum. Tá ið hann sigur at hann, eins og forfedrar hansara, tænir Guði í reinari samvitsku, merkir tað, at forfedrar Paulusar hava veri trúgvandi, veruligir ísraelar. Og tey trúgvandi í nýggja sáttmálanum hava jú ikki nakran nýggjan Guð, men tað er ísraels Guð, sum í Kristi hevur opinbera seg fyri okkum. Soleiðis eru vit trúgvandi í nýggja sáttmálanum knýtt saman við teimum trúgvandi í gamla sáttmálanum.

Tá ið Paulus her minnir á forfedrarnar, er tað tí, at hann samstundis hevur Evnike og Lois, mammu og ommu Timoteusar í huga. Eisini tær vóru sannar Ábrahams døtur, og prógva tað við at taka ímóti lívinum í Kristi. At mamma Timoteusar var ein trúgvandi kona, síggja vit í Ápostlasøguni 16. Tá ið Paulus minnir Timoteus á mammu og ommu hansara, er tað júst fyri, at lata hjartað hansara enn longur upp fyri tí áminning, ið hann víðari kemur við. Hvussu hann var ivaleysur í, at tann ótømandi trúgv, sum búði í teimum báðum, eisini búði í Timoteusi.

Paulus brúkar eina málisku, sum vit eiga at býta merkið í og taka til okkum, tá ið tað snýr seg um trúnna hjá mammu og ommu Timoteusar. Hann sigur, at trúgvin búði í teimum; altso var trúgvin ikki ein gestur, sum onkuntíð støkk inn á gólvið, ikki ein óstøðug stokkut kensla, men hon var fødd í hjørtum teirra av Guði.
Avgerandi er tí, at trúgvin setur búgv í hjørtum várum, og at hjarta okkara verður verandi bústaður hennara.

Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv.
Sálmabókin nummar 24. F.W Faber


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder