Vinna

Andakt á nýggjárinum

Nýggjár - ”Harri, tú okkum skjól hevur verið ætt eftir ætt.”Sálmur 90.

2024-01-01 19:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

So tróðu vit aftur um hurðargátt inn í eitt nýár, og vit syngja: Tíðin rennur sum streymur í á. Øll búgva vit á einum tjaldstaði, og skjótt kunnu boð koma um burturferð. Klokkan slær, tíðin fer. Hvat var av tíðini? Menniskju tosa um at dríva tíðina, at sláa tíðina í hel? Er ta ikki tíðin, ið slær okkum í hel? Hevur Kingo ikki rætt, tá ið hann syngur: ”Tiden mig så sagtelig oplukker dødens dør”? Lív okkara hongur í klønum tráð. Hvussu leingi, tráðurin heldur, óra vit ikki. Vit vita bara, at fleiri av teimum, sum saman við okkum tróðu inn um nýársgátt í fjør, eru ikki á tjaldstaðnum longur.

Er hetta døpur tala? Í minasta lagi fáa vit ikki skaða av, at vera mint um tað. Av tí sama er gott, tá ið sagt verður okkum, at tað finnist eitt skjól, ein bústaður, ið er hin sami í gjár og í dag, frá ættarliði til ættarlið: ”Harri, tú okkum skjól hevur verið ætt eftir ætt”. Meðan alt molgrar burtur í hondum okkara og tað mangan stendur at rapa undir fótum okkara, er fastleiki og tryggleiki í hesum orðum. Eftir løgnum leiðum var ísraels fólk leitt, men ongantíð vóru tey gloymd av Guði, og friðarsáttmálin var óvikandi. Soleiðis er Guð. Hann er okkara bústaður, okkara fasta borg.

So kundu vit hugsa, at øll vildu leita inn i hesa borg. Men portrið er trongt, og vit mugu lata alt viðføri standa uttanfyri; niður á knø mugu vit fyri at sleppa inn um liðið. Hví er tað soleiðis? Tí borgin er ætla teimum óbjargandi. Hvat skulu vit við einum skjóli, við Guðs føstu borg, tá ið vit halda at vit klára okkum sjálv?

Menniskju taka sjálv støðu til, um tey skulu skipa seg at vera verandi í tjaldleguni med alla uttan at hugsa um, at fráferðin kemur. Eitt vita vit so við vissu, at í dag er tann timi nærri, enn hann var í gjár.

Guð vil at vit skulu finna inn í ta føstu borg meðan stund er; men vald brúkar hann ikki. Hann bara kallar, tí hann vil hava okkum øll inn. Tað skuldi ikki verið trupult at funnið út av, á hvønn hátt við svara honum.

Við ynski um eitt signað nýggjár!


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder