Mentan

Andakt - um vanar

Fyrsti sunnudagur í advent snýr annar av prædikutekstunum seg um, at Jesus fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið.

2023-11-22 16:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Vit hoyra av og á um vana-kristindóm, vana-kirkjugongd, vana-altargongd. Ikki minst eru tey, ið ongantíð ganga í kirkju ella til altars ella hava nakað við kristindóm at gera, íðin at tosa um vanar.

Okkurt rætt kann vera í tí, at tá ið kirkjugongd, altargongd, luttøka í guðstænastu, á møtum o.s.fr. bara gerst ein vanasak, so er hetta ikki ætlanin.

Men munnu mótstøðufólkini hava hugsað um, at teirra mótstøða eisini kann vera ein vani? At tað eisini kann vera ein vani ikki at ganga í kirkju, ikki at fara til altars, ikki at savnast um Guðs orð? At tað eisini er nakað, ið kundi veri rópt vanaheiðinskapur, vana fríteinkjari, vanaatfinningar móti kristindóminum?

Kanska hevði tað verið vert at revidera vanarnar, fyri at sæð um nakað hald er í teimum. Men so skuldu tað ikki bara verið vanakirkjugangarar, ið skuldu revidera sínar vanar; so skuldu vanafríteinkjarar og vanamótstandarar eisini revidera sínar vanar, tí ein kann gott halda fast við henda og handa skeivleikan – eisini ímóti kristindóminum – til tað gerst ein vani.

Og skal tann eini vanin leggjast av (vanakirkjugongd), hví skal hin (vanamótstøða) so ikki eisini?

Jesus fór sum siður var inn í samkomuhúsið (í kirkjuna kunnu vit kanska siga) hvíludagin. Fyri hann hevur tað havt allan týðning at halda fast við henda vana, sum hann hevði lært frá barnaárum. Tá ið hetta hevði so stóran týðning fyri hann, átti tað ikki minst at havt týðning fyri meg og teg.


Mær nýtist ikki at ganga í kirkju, sigur kanska onkur annar, tí eg kann hava gudstænastu heima við hús. Um tað hevur ein sagt soleiðis. ”Tað svarar til, at eg sigi nei takk til at eta saman við familjuni í húsinum, tí eg haldi tað er stuttligari at sita við einari pizza á mínum egna kamari.”

Tey fyrstu kristnu vístu hvussu neyðugt tað var at koma saman. Tað stendur: Tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar.Ein maður segði soleiðis: Eg gangi í kirkju hvønn sunnudag, tí at eg havi bara trúgv til eina viku í senn.

Eingin er so góður, at hann ikki nýtist at koma í Guðs hús, og eingin er so ringur, at hann nýtist at sita heima.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder