Annað

Andakt - Trúgv

”Trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja” Brævið til Hebreara, kapittul 11. 1.

2026-02-08 17:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Her møta vit einari definitión av, hvat trúgv er, sum bæði tekur atlit til ta veiku og nýliga viðtiknu trúnna og til ta meira búnu og sterku trúnna. Tað er gott fyri okkum at vita, at bæði tvey verða rópt trúgv. Tey, sum ganga í fyrsta flokk, hoyra eisini til næmingarnar í skúlanum á sama hátt, sum tey, sum ganga í sjeynda flokk. Guð setir ikki krøv um, at vit skulu vera útlærd, áðrenn hann roknar okkum at hoyra við í sín barnaflokk. Eisini tey allar smæstu hava rætt til at rópa hann faðir.

Tað er undursamt at hava eina trúgv, sum bara nýtist at byggja á Guðs orð, og als ikki treingir at styðja seg til prógv av nøkrum slag. Hon krevur ikki at síggja. Hon er nóg føst ankrað í tí ósjónliga, sum akkerið er á havsins botni, hon letur seg ikki vika, sjálvt um djevulin, heimurin og okkara egna hold stáplar mong mótprógv upp móti henni. Ein slík trúgv er sannføring um lutir, sum ikki síggjast, og hon verður hildin føst hóast alt tað, ið sæst. Tað er hin búna og fullvaksna trúgvin, sum vit øll fegin vilja røkka.

Men tey flestu av okkum halda helst, at so langt eru vit als ikki komin enn. Vit kunnu ikki umvera, at Guð eisini inn ímillum skal vísa okkum nakað av kærleika sínum í tí jarðiska lívinum, og vit eru ikki størri, enn at vit ofta noyðast at viðganga, at tað má ganga, sum vit vóna. Og Guð er so góður, at hann ruddar ikki slík lítið trúgvandi til viks. Eisini okkara lítlu trúgv roknar hann fyri trúgv, og við hansara góðu umsorgan skal hon vaksa seg størri og sterkari, tess longri tíð vit liva við honum.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder