ds
Okkurt bendir á, at sálmur 103 í Gamla Testamenti, sum úr enda í annan er ein takkarsálmur fyri Guðs góðsku og trúfesti, er skrivaður eina stund, har sálmaskaldið, Dávid, hevur verið tungur í huga. Hann fer so at hugsa seg nærri um, og tá koma vælgerðirnar fram fyri hann, ein fyri og onnur eftir. Tað gjørdist ljóst í sinni hansara.
Tað kann væl vera, at tað hver gingið soleiðis hjá Dávidi. Givið er, at signing er knýtt at tøkkini. Lata vit tøkkina stíga upp til Guðs, so stígur nýggj signing niður til okkara. Vit kunnu takka okkum gjøgnum tær myrku løturnar, og vit kunnu takka fyri hvíld undir Guðs náði.
Komi eisini at minnast til søguna um mannin, sum var leitaður innar í loynikamarið at hava sína skilnaðarstund - sítt farvæl við Guð, men sum fyrst vildi takka honum fyri tíðina, teir høvdu kenst. Hann legði seg á knæ niður við songarstokkin, og so hvørt sum hann takkaði fyri eina vælgerð, kom ein onnur vælgerð fram fyri hann, og so upp aftur ein onnur, so hann helt fram at takka og takka, og kundi ikki gerast liðugur, eitt hav av Guðs vælgerðum hópaðu seg upp í huga hansara, sum endaði við, at hann rópti: Guð, frá tær kann eg ikki skiljast, tú, sum bara hevur gjørt væl móti mær!
Árslok eigur at vera merkt av tøkk. Hava vit heilsuna - sum ikki er ein sjálvfylgja - og kanska hava okkara kæru hjá okkum enn, latið okkum so enn siga takk. Hava vit dagligt breyð og tak yvir høvdið, latið okkum so ikki gloyma Guðs vælgerðir. Og øll Guðs lyftið eiga vit eisini og eina æviga vón fyri Jesu skyld. Latið okkum telja tað saman, og úrslitið verður: Náði yvir náði hóast allar syndir okkara.
Vil óttin sníkja seg inn, so lat okkum takka einaferð enn, tí hann, sum hevur givið okkum alt, og hjálpt okkum inn til í dag, hann hjálpir eisini í morgin.
Hetta hevði Lina Sandell uppliva, tí syngur hon:
Eg kann ikki telja øll saman,
tey prógv um Guds góðsku, eg fann,
so føgur sum sólarrisglæman
í ótaldum døggdropum brann.
Eg kann ikki telja øll saman,
tey prógv um Guds góðsku, eg fann.
Kanska áttu eg og tú at tikið undir við henni.
Gott nýggjár!
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald