Vinna

Andakt - Sáðtíð og heystingartíð

”Letingin pløgir ikki um heystið, tí leitar hann í akurskurði, men til einkis.” Orðtøkini 20.4.

2024-09-11 12:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Í Galatarbrævinum kenna vit orðini um, at tað, ið eitt menniskja sáar, skal tað eisini heysta. Men tann møguleiki kann eisini hugsast, at tað als ikki verður sáað og tí verður einki heysta. Tað eru mong undur, vit kunnu rokna við. Halgabók er full av fyrijáttanum um tey. Guð hevur nóg mikið til at bjarga hvørjum einasta menniskja. Men eins og ein latur, ið ikki sáar, ikki skal rokna við tí undri, at hann kemur til at heysta, soleiðis skulu vit ikki rokna við tí undri, at tað æviga lívi einaferð brádliga kemur dettandi niður til okkara, sjálvt um vit ikki hava havt nakran áhuga i, at fáa lut í tí. Guð hevur eisini eina reglugerð at ganga eftir, tá ið hann ger síni undur. Tað er møguligt, at vit ikki taka atlit til hesa reglugerð, men tað ger hann.

Tíðin á foldum er sátíð. Einki hesumegin gevur einki hinumegin. Men um vit sáa okkurt, koma vit eisini til at heysta. Og vit heysta sum vit vita altíð meira, enn vit sáa. Tað skal so lítið til her fyri at fáa nógv har. Men nakað skal tó til. Null gevur ongan eykaágóða. Vit mugu ikki lata standa til í teirri trýgv, at tað kemur alt samalt av sær sjálvum. Einki gott kemur av sær sjálvum. Har kemur bara tað ringa.

Hóast vit ikki kunnu skapa heystið, ræður tað kortini um, at vit fyrireika tað. Trúgv skal til fyri at heysta sælu. Hesumegin skal eitt lív til saman við Guði fyri hinumegin at fáa eitt lív saman við honum. Guð hevur leita okkum upp, fyri at vit skulu leita hann upp, og tað er tann, ið letur seg finna, ið einaferð skal finna.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder