Mentan

Andakt - Páskir

”Pilatus segði við teir: ”Her hava tit vaktarmenn; farið avstað og haldið so væl vakt, sum tit vita best” Evangeliið eftir Matteus Kapittul 27.

2023-04-08 09:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Ja, Pilatus, ger endiliga tað! Hetta er hin ringi samvitskuóttin, sum talar. Hugsa sær, um tað nú kortini skuldi veri satt, at tað vóru sterkari maktir aftanfyri henda profet, sum hann hevði dømt til deyða!

Gott er at ganga við klettagrøvina í garðinum hjá Jósef úr Arimateu. Her er staðið, sum teir løgdu hann. Men hann er ikki her. Vit skulu ikki leita eftir lívsins Harra í garði teirra deyðu, tí her er hann ikki. Pætur ápostul sigur, at Jesus fór og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðveitslu. (fyrra Pætursbræv 3. 19) Og vit siga í trúarjáttanini: Niðurfarin til heljar, ella rættari: Niðurfarin til deyðsríkið. Tað má altso vera ein formur fyri lívi og tilvitsku í deyðans landi, tá ið hann kundi prædika evangeliið fyri teimum í gamla sáttmálanum, (fyrra Pætursbræv 4. 6) og hann má sjálvur hava sagt vinum sínum um hetta í teir fjøruti dagarnar eftir páskir.


Meðan hitt høga ráðið við nøgdsemi gníggjar hendurnar, tí tað loksins er gjørdur endi á ruðuleikanum í býnum, og meðan Pilatus ikki hevur tað gott við seg sjálvan, tendrast ljósini har, sum heimsins skuggar ráða, og Guðs einglar eru á veg fyri at boða páskasigurin.

Vit onnur fara í kirkjugarðin at vitja grøvina hjá okkara kæru og endurtaka orðini, ið ljóðaðu, áðrenn tríggir spakar við mold vóru sleptir niður á kistulokið: Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum!

- Tað er friður við klettagrøvina í garðinum hjá Jósef. Tí her er vón. Her við Jesu grøv er tað satt: Tey hava sligið Guð í hel, og tey vita ikki, hvat tað er, tey hava gjørt, Við Jesu grøv tola vit deyðan. Her er ikki sólsetur og kvøld, men sólarris og morgun. Og skjótt kemur hin signaði, ævigi dagur.


Gleðiligar páskir


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder