Kertuljós brenna skjótt niður. Vit gleðast um tey livandi ljósini, so leingi tey lýsa, og vit sita og stara inn í tey, inntil seinasti leiftrandi eldlogin slóknar, og stakin stendur eftir myrkur og kaldur.
- Okkara jólaljós eru smá, men ljósið á jólum er eitt stórt ljós, og myrkri fær ongantíð vald á tí. Hvussu hart heimsins valdsharrar blása á tað, heldur tað fram at lýsa í náttini. Tað situr ov høgt, og tess logi er ov sterkur, at vit kunna sløkkja hann.
Vit nýtast ikki at vera svartskygd fyri at viðganga, at heimurin liggur í niðamyrkri. Bálið, sum blussar í syndasortanum, fær føðslu sína úr hatri, øvund og ótta. Tað er ein óhugnaligur bálabrandur. Eisini hjá okkum hevur myrkri megi, og tær vælmeintu royndir, sum verða gjørdar at kveikja glitrandi, litaði ljós eina stund, eru ikki førar at nokta fyri, at heimurin liggur i bølaniðu. Tí hava vit brúk fyri orðinum í Gamla Testamenti: Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós. Ljósið var á fyrsta sinni kveikt fyri hirðunum, sum sótu vakt í náttarmyrkrinum á lágum lendi uttanfyri Betlehem; so má tað eisini kunna bróta ígjøgnum á okkara døgum, nú kima verður til jólafest. Tað strálaði allar sterkast, tá ið myrkrið var allar myrkast ein langa fríggjadag, og enn er tað soleiðis, sum Brorson í einum jólsálmi syngur: ”at syrgin hjørtu skilja best, hvat henda stóra fagnarfest av gleði letur bjóða.” Tað stóra ljósið hevur gjøgnum myrkar tíðir slóða sær veg til sjúkralegur og fongsulklivar, til óttafull og einsamøll, til fátæk og sorgarbundin. soleiðis at útsýni varð latin upp frá tí lága, og menniskju vóru leidd inn á lívsins veg.
Gævið at tað eisini hendi millum menniskju hesi jól, ið nú koma, - ikki bara, at vit kveiktu okkara smáu jólaljós, men at Guð fekk tendrað sítt stóra ljós í hjørtum okkara!
Við ynski um eina gleðiliga høgtíð.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald