Friður hevur ikki við kenslur at gera, men við boðan. Friður er í fyrsta umfari ikki nakað, ið verður lagt inn í hjørtu okkara, men er nakað, ið Jesus hevur latið eftir seg á fold til okkara við orðinum um frið. Tað er eitt orð, vit eiga at hoyra. Uttanfyri tað orðið er ótti, myrkur og tómleiki.
Jólafriðurin skal ikki knýtast at jólatrøum og jólakava – tað er ikki altíð kavi á jólum – men tann friðurin skal knýtast at orðinum um hann, ið doyði á krossinum fyri syndir okkara, so at vit kunnu verða tváa hvítari enn kavi. Hann er friður okkara, við honum hava vit frið við Guð.
Jú, men hevur friður tá ikki nakað við kenslur at gera, spyrja vit? Skal tað vera veruleiki aftan fyri orðið, má tað væl á ein ella annan hátt vísa seg sum ein heit kensla
Tað er í hvussu so er ikki talan um nakran form fyri vælveru ella yndisliga kenslu í kroppinum. Tí guðs friður og guðsótti fylgjast á leið.
Smágentan sum í myrkrinum um kvøldið gongur við liðina á pápa sínum, kennir ikki akkurát vælveru ella hugna. Og tó hevur hon frið. Men friðurin er goymdur aleina í hesum, at pápin heldur í hond hennara, hann hevur sagt, at einki er at óttast fyri, hann hevur lovað, at hann finnur vegin heim, og tey hava longu hómað ljósið í vindeyganum hjá mammu.
Soleiðis kemur jólaboðskapurin við stormi, toru og meldri – hóast alt: Friður á jørð. Friður við okkara Harra Jesusi Kristi. Bara við honum.
Jólafriður er rógv í lívsins larmi, eitt ljós í heimsins myrkri.
Latið okkum ogna okkum henda friðin. Taka um orðið í barnsligari trúgv, so at jólaklokkurnar kunnu kima hin sanna, sterka friðin inn í hitt bagna sinni. Munnu vit øll ikki treingja til tað?
GLEÐILIGA HØGTÍÐ
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald