Tað er vøkur broyting, ið profeturin lovar. gróðursemi har oyði er, blómstran har tað følnar!
Soleiðis broytist alt nú um stundir fyri eygum okkara. Várið er ein vøkur tíð, tá ið lágættin andar heita lotið inn yvir oyggjarnar og okkara vantanir um summar og sól ganga út.
Høvdu vit kunna uppliva tað sama í hjørtum várum! Um vit kundu sungið ”Guðs signing yvir dustið andar!” Um tað kom andadráttur úr erva yvir okkum, eitt himmalskt summarlot, sum blásti gjøgnum opin vindeygu og hevði við sær angan av túsund blómum.
Vit verða nevnd Guðs børn, men ofta hevur hann ikki so stóra gleði og heiður av hesum børnum. Nøkur av okkum ganga svøvntyngd meðan dagarnir líða, onnur eru pjakut; uppaftur onnur gremja seg. Kanska verður hvítusunna, ella í hvussu so er annar av døgunum næsti halgidagur, sum verður avtikin, tí hann sigur verðsligu mynduleikunum null.
Teir fyrstu lærusveinarnir gjørdust aðrir menn eftir hvítusunnudag. Vit kunnu lesa í Halgubók um teirra avrik, hvussu andin gav teimum frímóð, megið og vísdóm at prædika. Teimum var víst á, hvar var brúk fyri teimum, og teir vóru foraði í at spilla tíð og kreftir á skeivum støðum. Teir høvdu eisini ein boðskap til onnur um, hvussu tað følnaða blómar, um gleðina og frælsið í Guði. og um ta róligu vissuna um Guðs náði.
Vert er hjá okkum at hugsa um tað, ið okkum tørvar, og royna at skilja, hvat vit kunnu fáa. So læra vit at leingjast, og longsul kann skapa bøn, bøn um hin heilaga anda. Hann kemur bara, har hann er saknaðu; hann ræður bara, har pláss er fyri honum. Hann kemur ikki uttan bøn, og heldur ikki uttan lýðni. Men tá ið hann kemur fáa vit kanska at síggja: Mín vetur verður til eitt vár í ár.
Gleðiliga høgtíð
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald