Mentan

Andakt - Hvar eru tey farnu

”Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum.”Fyrra bræv Paulusar til Tessalónikumanna, kapittul 4.

2023-09-19 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Páskatónar, uppreisnartónar, eru í komandi prædikutekstunum í kirkjuni. Og tí er ein av spurningunum, sum eisini reisir seg: Hvar eru okkara deyðu? Hesum spurningi møta vit av og á, og hann seta vit eisini okkum sjálvum, tá ið vit hava mist ein av teimum, ið stóð okkum nær. Hvar eru tey deyðu? Við smábarnið siga vit: Omma er uppi hjá Jesusi.Vit vaksnu spyrja: sova tey? Eru tey einastaðni, har tey eru vakin? Er ein millumtilstandur? Hvar er tað staðið? Hvat gera tey har? Latið okkum viðganga, at tað er sera smáfongt, vit fáa at vita í Halgubók um hesi ting. Forvitnið menniskjans verður hesum viðvíkjandi ongantíð nøgt. Tað er bara eitt evarska lítið petti av teppinum, sum verður drigið til viks, tá ið deyðin kemur á gátt. Og latið okkum bara siga, at tað avgerandi er ikki, hvar tey deyðu eru nú, men hvar tey vóru, meðan tey livdu. Tí tað hevur Jesus sagt okkum, at um vit hoyra hann og trúgva honum, ið sendi hann, so eru vit stigin yvir um frá deyðanum til lívið og skulu í allar ævir ikki síggja deyðan. Hetta eiga vit at vera nøgd við.

Men tað er menniskjaligt, at vit vilja fáa okkara spurningar svaraðar um tað, ið hoyrir til hinumegin deyða og grøv. Og tá eru tað mong sum halda, at hóast Nýggja Testamenti brúkar orð, ið kunnu benda á, at tey deyðu eru í grøvini, og at tey sova, til hin sæli páskamorgun rennur upp, so er tað á hinari síðuni ein partur, ið peikar tann vegin, at tey deyðu vissuliga eru í einari støðu, har tey kanska kunnu fylgja okkum, og at tey nú virka í ” einari hægri tænastu”. Fóru tey foldum frá saman við hinum upprisna, hevur hann eisini ført tey til eitt stað, har tey í forgarðinum gerast til reiðar til hin stóra dag, har ið hvussu so er møguleikin fyri fráfalli ikki er gjørligur, og alt tað, sum her tyngdi og kúgaði, er burtur.

Vit vita einki við vissu. Halgabók er ikki ein bók um deyðan, men um lívið. Tí skulu vit ikki siga so nógv við hvønnannan og við okkum sjálv: Minst til, tú skal doyggja! - Vit skulu siga; Minst til, tú skal rísa upp!


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder