Mentan

Andakt - Hin góði hirðin. Sálmur 23

-

2023-06-09 11:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hin góði hirðin. Sálmur 23


Tríggjar uppgávur hevði hirðin í eysturlondum. Hann skuldi verja seyðafylgið móti álopum av úlvum og øðrum ránsdjórum, og tað kundi kosta honum lívið, um hann var trúgvur. Hann skuldi ganga á odda og leiða sítt fylgið at grasgóðum fløtum, og har vatnløkir runnu. Hann visti, hvar hesi støð vóru at finna, og hevði hann rætta hirðasinnið, spardi hann einki fyri at slóða sær veg gjøgnum óslætt, grýtut lendið. Hann skuldi halda fylginum saman. Tað var ikki lætt, tí sagt verður um seyð at hann er ikki serliga klókur, men at hann er eitt treiskt djór, sum gongur sínar egnu leiðir.

Listafólk hava gjørt nógvar royndir at skapa myndir av hinum góða hirðanum. Nakrar eru sentimentalar, aðrar eru meira veruligar. Ein av teimum bestu er kanska myndin, har úlvurin hevur fingið fremsta plássið. Við aðrari hondini verjir hirðin tað særda lambið. Úlvurin hevur havt tennirnar í tí, men lambið er bjargað í evstu løtu. Við hinari hondini grípur hirðin um hálsin á úlvinum og er í ferð við at kvala hann. Við opnum kjafti kikkar ódjórið eftir ondini, men hann hevur møtt sínum yvirmanni. Hin sterkasti hevur vunnið á tí sterka og tikið fongin frá honum.

Lívið er skelkandi. Tað fáa vit alla tíðina boð um. Vit fáa at vita, at úlvurin er til, men vit fáa ikki at vita, hvussu vit skulu vinna á honum. Tað er vantandi trúskapur móti veruleikanum, tá ið vit ikki vilja síggja í eyguni, at vit, um vit eru latin upp í hendurnar á okkum sjálvum, hava tapt fyri ránsdjórinum.

Kristindómurin sigur okkum, at vit altíð skulu taka úlvin í álvara. Men hann sigur okkum sanniliga eisini, at tað ónda er ikki tilverunar sterkasta makt. Hin góði hirðin hevur sett lív sítt til, og sigurin varð vunnin júst í teirri løtu, har tað sá út sum um myrkrið var við yvirlutan.


Einaferð, tá ið ránsdjórini ikki eru til og deyðans skuggadalur ei longur er veruleiki, skal tað verða eitt seyðafylgi, ein hirði.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder