Mentan

Andakt - Guðs vegur og okkara vegur

”Óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Guð tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg.” Jesaja 41.10

2025-06-11 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Soleiðis uggar Guð fólk sítt í trongum tíðum. Tað eru ikki bara tóm orð, men orðini innibera alt tað, sum liggur í teimum. Tí tað er Guð, sum sigur tey, tann Guð, sum megnar at gera alt, ið hann vil, og halda alt, ið hann lovar. Óteljandi ferðir fekk ísraels fólk møguleika til at sanna, at Guðs orð var til teirra. Tað gekk at innrætta lívið eftir tí, sum Guð hevði sagt. Har fór eingin skeivur. Orð hansara helt at byggja á og at halda seg til.
Og tá ið jødarnir kortini so ofta fullu og tað gekk teimum illa, var ta teirra egna skyld. Teir gloymdu Guðs orð, ella teir traðkaðu við síðuna av tí og gingu teirra egnu sjálvvaldu vegir, við tað teir meintu, at teirra egnu tankar og heimagjørdu ætlanir vóru betri enn tað, sum Guð hevði sagt. Teir sleptu hond hansara. Teir slitu seg leysar frá honum. Og so vóru teir beinanvegin úti í myrkrinum, har teir hvørki funnu veg ella mál. Teir vóru einsamallir.
Sum vit kunnu læra nógv við at hyggja eftir jødunum og viðurskiftum teirra við Guð. Øll tey ríku lyftir, hann gav teimum, hava vit arvað. Sum Guð útvaldi tey, hevur hann útvalt okkum, og tað hann lovaði teimum, hevur hann eisini lova okkum. Hann klipti ikki lyftir síni burtur úr Halgubók, tá ið hann legði bókina í hendur okkara. Hann vil eisini vera við okkum. Eisini okkara Guð vil hann vera. Hann sleppur ikki teimum, sum hann tekur til sín. Men vit hava bara so lítla gleði og als einki gagn av tí, um vit sleppa honum. So eru vit bara á okkara egna vegi. Og okkara egni vegur hvør er hann?
John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder