Mentan

Andakt -  Reyst hins upprisna

”Tann stund kemur, tá ið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara.” Jóhannesar evangelium 5

2023-07-21 10:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Gakk ein túr inni í kirkjugarðinum og hugsa teg um! Nógvir tankar gera seg galdandi, meðan ein fer millum gravirnar, og kirkjugarðurin minnir okkum á tað, ið ikki slepst uttanum.

Har er eingin munur. Tey liggja øll lið við lið. Um øskan er jarðað í einari urnu, ella kistan er latin niður í grøvina, ger ongan mun. Um har stendur ein dýrur gravsteinum ella bara ein lítil trækrossur, tað broytir einki. Alt er sletta út og gjørt til einkis, hesum hevur deyðin syrgt fyri. Av mold er tú komin, at mold skal tú verða, hvør tú so er. Hetta er sannleikin, og hann er ikki at vika.

Tíðin er stutt. Vit lesa nøvnini á gravsteinunum. Nøkur av teimum kendu vit í teirra lívsyrki; vit halda, at vit fyri stuttum vóru saman við teimum, og kortini hevur dust teirra í áravís veri fjalt her. Soleiðis er tað við allari dýrd okkara. Eina stund anda vit í jarðardali. Ein dagin verður tað okkara túrur. Hesum tankanum vilja mong helst sleppa frá, men deyðin er tann, ið ikki slepst uttanum. Um ikki Kristus kemur áðrenn.

Er deyðin tað seinasta? Spurningurin er av týðningi og krevur svar. Ætlanir og ánilsi nytta einki, tey vera knúst av deyðans valdi. ”Friður” stendur á gravsteininum. Ja, gævið tað altíð var satt, tá ið sungið ella tala verður við børuna: ”Hann/hon sovnaði burtur sum sól í vestri setur”. Tað er í hvussu so er satt, at vit ikki klára okkum við hjálp av romantikki

Kirkjugarðurin er Guðs akur. Tá ið dust okkara er borið hagar, hevur Guð orðið. Bara hann einsamallur. Tað verður sáað í fáfongd, men tann stund kemur, tá ið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara. Hann ger ongum órætt, men kunngerð dómin, vit sjálv hava felt við okkara fría vali.

Ikki deyðin, men lívið er stóri tupulleikin. Hvussu læra vit at liva, soleiðis at vit kunnu tola deyðan? Svarið ljóðar: Við trúnni á hin upprisna vinna vit sigur – eisini á deyðanum. Tað er okkara stóra troyst í lívinum, og sum vit øll kunnu eiga lut í.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder