Hesin tekstur er ein av teimum torskiltu í kirkjuárinum, og fleiri prestar kunnu hugsa sær, at sleppa frá at prædika henda dagin. Sunnudagurin fellir mitt í summarfrítíðini, og tí gongur dagurin (helst skemtiliga) undir navninum "prestanna yndisfrídagur".
Í grundini er tað undarligt at hugsa sær, at nakað so deytt sum pengar kunnu brúkast til nakað so livandi sum at vinna sær vinir. At nakað av tí mest stuttvarandi, ið til er, tó kann koma at tæna einum máli, sum røkkur heilt inn í ævinleikan. Tí eftir orðum Jesu kunnu vit rokna við, at vinir hoyra til tað, ein sleppur at hava við sær inn í tað æviga lívið; tá ið tað altso bara eru vinir av tí slagnum, ið koma har.
Pengar er eitt virði, ið bara er galdandi eina tíð. Tað kemur einaferð har til, at liðugt er við teimum, sigur Jesus. Einaferð hava vit ikki brúk fyri pengum longur, tí eftir deyðan er einki at brúka teir til. Og tá eiga vit heldur ongar. Men tað at hava vinir er eitt virði, ið eingin endi er á. Sum tað tí er fávitskut, at vit ofta halda fastari upp á pengar okkara enn upp á vinir okkara. Eitt sindur av oyðsli er ikki altíð av tí ónda. Bara vit oyðsla eitt sindur fyri at skapa gleði hjá øðrum. Fyri at fáa vinir, ið kunnu gera lívið ríkt.
Jesus staðfestir, at børnini at ljósinum ikki altið eru so góð til tað at finna uppá. Faktisk sigur hann bar út, at børnini at ljósinum kunnu læra nakað av børninum at hesum heimi. Ikki neyðurviliga moralskt, men ofta hvat viðvíkur at finna uppá.
Børnini at hesum heimi duga væl at føra seg fram. Tey hyggja frameftir. Snildisliga vinna tey sær fyrimunir. Tey kunnu enntá fáa eitt pluss út av einari minus-støðu. Og so duga tey væl at fáa sær vinir.
Hin lítarleysi húshaldarin var framsíggin. Hann hevði fingið ”kaldar føtur”, men lat seg tó ikki taka av fótum. Hann hugsaði um framtíðina, og fann sær vinir, ið kundu taka ímóti honum í húsum teirra, tá ið hann varð avsettur frá húshaldinum. Nógv vánaligt er at siga um mannin. Hann snýtti og svikaði og framdi eina kriminella umsiting, fyri tað eigur eingin pláss í teimum ævigu heimbýlum. Men vit kunnu læra nakað av honum. Tað, ið hann gjørdi við einum tímiligum máli fyri eyga, mugu vit gera við einum ævigum máli fyri eyga. Hann hugsaði bara um eitt pláss í húsum her á fold. Vit skulu hugsa longri - heilt fram til tey ævigu heimbýli.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald