Mentan

Andakt:   Føstan byrjar í dag

”Tá fór djevulin frá honum, og sí, einglarnir komu og tæntu honum.” Matt 4.11.

2023-02-22 20:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Fyrsta mikudag í føstu, øskudag, byrjar føstan, og vit fylgja Jesusi gjøgnum freisting og líðing hansara fram til langa fríggjadag. Versið omanfyri er brot úr Jesu pínslusøgu.

Freistingin teir fjøruti dagarnar í oyðimørkini var hørð, men eingin freistingarsøga er enda vakrari enn henda: Djevulin fór frá honum, vónbrotin, sum tapari, og einglarnir komu og tæntu honum.

Hevur tú uppliva blikalogn beint eftir kolandi storm? Tú hevur sæð sólina bróta sær veg gjøgnum tey svørtu skýggini. Kanska hevur tú leita tær út fyri dyr aftur eftir eitt illveður, meðan seinastu hvirlurnar hasa av, aldurnar leggja seg, og alt tykist tvífalt vakrari, tí minnið um stormin enn var allastaðni.

Hevur tú merkt at pannan gerst svallig, hugurin gerst betri eftir at hava vunnið á freistingum? Kanska onkrum ringum, sum tað eydnaðist at vinna á.

Tað stendur, at einglarnir komu og tæntu Jesusi eftir tann harða freistingarstormin. Eisini annað týdningarmikið verður lagt aftrat Jesu freistingarsøgu. Lukas endar einastaðni við, at tá ið djevulin hevði lokið alla freisting, veik hann frá honum ”um stund”. Hann kom altso aftur, - og í lívi Jesu eru nógv spor at síggja av hesum stríði. Men loksins lesa vit hjá Lukasi tey sigrandi orðini, at Jesus ”vendi í kraft andans aftur til Galileu”.

Trúgvandi menniskju falla í mangar freistingar, tí natúrliga hold okkara er veikt, men vit hava ein Guð, sum ikki vil at vit skulu verða freistað út um tað, ið vit megna at bera; hann vil skapa ein útveg fyri sínum. Vit kunnu tí sigra og takka honum fyri, at hann ”frelsti okkum frá tí illa.” Tað, sum Jesus upplivdi í oyðimørkini hjálpir okkum at kenna aftur tær vanligu freistingarnar í lívinum.

Í øllum lutum er Jesus fyrimyndin. Eisini okkum vil djevulin bert lata í frið ”um stund”, eitt bil. Eisini okkum vilja einglarnir tæna, tá ið vit hava verið trúgv.

Høvdu eisini vit, eins og Jesus, í kraft andans vent aftur til tað dagliga.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder