2025-01-29 14:00
Orðið sálarligir ella psykiskir trupulleikar, fyllur nógv í dagsins tíðindum og kjaki. Tað kemst av, at sálarneyðin í okkara vælferð er stór. Vit kunnu lesa at psykisk sjúka er til dømis størsta fólkasjúka í Danmark, tí menniskju líða meira av sálarligum trupulleikum enn av krabbameini, sukursjúku og hjartasjúkum. Talið er økt munandi seinastu árini, Serliga tey ungu í vesturheiminum hava stórar sálarligar trupulleikar at stríðast við. og hetta nemur flestu okkara meira og minnið. Tí fyllir orðið sálarligt ella psykiskt, so nógv í útvarpi og sjónvarpi, í bløðum og í tosið millum manna. Heilsuverkið megnar ikki at nøkta tørvin á sálarfrøðingum og sálarlæknum. Av tí at sálarneyðin er vorðin so útbreidd, er torfør at sleppa framat hjá teimum, sum tørva hjálp.
Sjúkueyðkennini eru sálarligur mistrivnaður, ein følir seg niðurtyngdan, er deprimeraður ella ólukkuligur, er keddur og einsamallur. Tey neiligu tíðindini og tær neiligu sendingarnar í miðlunum smitta ikki minnið, og gera ikki støðuna betri.
Syndaneyð
Men hvussu stendur so til við syndaneyðini? Samstundis sum fjøldin knógvar undir sálarneyð, hoyrist ikki tað sama um syndaneyð. Orðið syndaneyð er ókent í dag, ja, slær tú upp orðið syndaneyð í einari føroyskari orðabók, kemur hetta fram: ”Einki orð varð funnið”. Altso, eitur einki syndaneyð á føroyskum – í dag.
Hvat er syndaneyð? Ja, áður var tað orðið kent. Menniskju komu í syndaneyð, tí syndabyrðan tyngdi tey. Eg spurdi einaferð ein prest um hann ofta fekk vitjan av menniskjum, sum vóru í syndaneyð. ”Um eg bara hevði tað at gera, so var ikki nógv at takast við hjá mær, tí teir trupulleikar, sum fólk aloftast tosa um undir samtalum, hoyra heima hjá sálarfrøðingum, sosialráðgevum og almannaverkinum.” svaraði hann.
Orðið sál fingið annan týðning
Orðið sál og sálar hevur fingið ein annan týðning. Oftast hevur tað einki við trúarlívið og við andalig viðurskiftið gera. Syndaneyð viðkemur bara viðurskiftinum millum Guð og hin einstaka. Felags absolution í kirkjuni sigur mær ikki nógv Í syndaneyðini leitar hitt einstaka menniskja upp sálarhirðan eftir hjálp. Tað er bara evangeliið, sum kann loysa tann bundna, tann, sum av synd er plágaður, og seta hann í frælsi. Jesus sigur: Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir. Orðið um syndanna fyrigeving í Jesu navnið, hevur Guð latið til sítt kirkjulið ella ta kristnu samkomuna, og givið henni fuldmagt, at loysa tann bundna við at boða honum gleðiboðskapin. Við skriftamálið verður sagt: ”So boði eg TÆR náðiga fyrigeving fyri allar syndir tínar í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans!” Synd tín er fyrigivin fyri Jesu skyld. Orðið boðar, at Guð ongantíð aftur kemur syndir tínar í hug.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald