Andakt
”Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum.” Orðtøk Sálomons 22
Tey fyrstu árini av mannalívinum eru ivaleyst tey, ið hava størsta týðning, tí tá verður grundin løgd til húsið, vit skulu byggja. Og grundin verður løgd av øðrum, ikki av okkum sjálvum. Tí er avgerandi, hvørjum børnini verða latin upp í hendurnar á í bæði heimi, í skúla, á stovni, og har tey annars sleppa at vera. Alt rínur við í tí aldrinum, bæði gott og minni gott. Eitt barn úr einum góðum heimi kemur sær ikki so ofta út í óførið. Hóast tað kanska eina tíð eisini kann finna upp á ymiskt ógagnligt, ber tað kortini ofta frukt til seinast, ið var sáað fyrst í lívinum í barnsins móttakiliga sinni.
Og fyridømi foreldranna er fruktarbarari enn teirra orð og áminningar. Tað, vit hava hoyrt við oyra okkara, minnast vit leingi; men tað ið vit hava sæð við eyga okkara, situr nógv fastari og nógv longri. Tað er ikki í øllum viðurskiftum, at vit kunnu savna tankar okkara til at endurtaka ella repetera gamlan kunnskap; men bráðliga kann eitt bílætið standa klárt fyri okkum og í einum eygnabrá siga nógv meira enn langar prædikur. Við megini í tí góða fyridøminum læra vit, hvussu vit skulu bera okkum at móti tí, ið møtir okkum, so at vit longu hava borið okkum rætt at, áðrenn vit fingu hugsa okkum um. Tað er okkum í holdið borið ella liggur tað í blóðinum.
Sjálvt upp í ein høgan aldur kunnu fólk við teirra máta at taka tingini vitna um tað heim, tey einaferð eru komin frá. Sum tað er stór ábyrd at uppala onnur, ja, við at liva millum móttakilig menniskju. Vit kunnu smitta av okkum. Men fyrijáttanin er eisini stór.
Men so skal eisini tað takast við at, tá ið okkara skil er farið, og vit als ikki fata nakað sum helst longur, kunnu orð og fyridømi foreldranna brádliga renna fram. Ein prestur sigur frá at hann einaferð talaði á einum stovni, har búfólkið livdi í einari aðrari verð, har einki forstand var eftir. Meðan hann talaði var hann greiður yvir, at tað mundi neyvan vera nakar av áhoyrarunum, sum fataði eitt orð av tí, ið sagt varð. Men tá ið hann segði amen, kom eitt av búfólkunum til hansara og segði hesi fáu orð: ”Eg eisini kann biðja”. Hetta var ein av teimum sjúkastu á stovninum, ein, sum ikki mintist sítt egna navn og enn minnið ánaði, hvussu gamal hann var; so tað var ikki løgið, at presturin stóð ivasamur og hugdi upp á hin sjúka, men hann fekk tó spurt: ”Hvat er tað, tú kann biðja!” Hin sjúki svaraði: ”Tað, ið mamma hevur lært meg”. Og so legði hann hendurnar saman og segði versið í sálminum hjá Paul Gerhardt:
O Jesus, du min glæde,
du dine vinger brede
og sænke om mig ned!
Vil slangen mig omslynge,
så lad din engel synge:
Det barn er gemt i Herrens fred!
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald