Vinna

Andakt

… menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið, evangeliið eftir Jóhannes, kapitul 3.d

2023-02-09 10:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Alt tað, sum livir, hevur ein viðføddan kærleika til ljósið. Hygg, hvussu blómurnar í glugganum snara sær móti sólini; og hóast tað enn ikki er farin so long tíð eftir stytsta dag, hevur ljósið longu fingið nakað av megið aftur, og onkrar plantur stinga seg upp úr tí døkku moldini og rætta sínar spentu armar upp móti tí enn lágtstandandi sólini.

Á summarhálvuni, tá ið sólin á morgni rísur í eystri, hoyra vit, hvussu allar fuglarøddir heilsa ljósinum vælkomnum. Ella í skýmingini, tá ið vit seta okkum við eitt borð uttandura, og tað er so stilt, at vit kunnu tendra eina lampu á havaborðinum, so leggja vit merkið til, hvussu alt livandi verður drigið at lampuni. Flugur og onnur flogkykt koma so nær ljósinum at tey næstan brenna veingirnar – alt livandi frøðist í ljósinum.

Kortini sigur Jesus, ”menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið”. Tað ljóðar hart. Versið omanfyri er enntá tikið úr prædikutekstinum til annan hvítusunnudag, altso á sumri, mitt í eini tíð, tá ið menniskju leita sær út í náttúruna fyri at gleðast um sólina og ljósið.

Men eru orð Jesu ikki sonn? Eins og ávís djór trívast best og livna upp í myrkrinum um náttina fyri at rana og finna sær fong, soleiðis eru tað menniskju við instinktum til illverk, ið verða drigin av myrkrinum. Ólevnaður og brotsverk fara oftast fram um náttina. Men tað er eisini satt at inni í menniskjanum er nakað, ið verður drigið móti myrkrinum og myrkursins gerningum. Tað er, sum tvær maktir, ljósið og myrkrið, berjast har inni, og sum menniskja er býtt í tveir persónar, ið hvør vil sín veg.

Soleiðis eigur ikki at vera, skrivar Paulus.”Tit vóru áður myrkur, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins – tí at ávøkstur ljósins kemur fram í allari góðsku og rættlæti og sannleika – so at tit royna, hvat ið Harrin hevur tokka í. Og havið ongan lut í gerningum myrkursins, sum einki gott stendst av.”


- Tað avgerandi úrslitið í øllum, er, um vit hava hug til sannleika, um vit vilja sannleikan fram um nakað annað. Tí, sigur Jesus, at tann sum ger sannleikan, kemur til ljósið. Og tá skulu vit liva sum børn ljósins og børn dagsins.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder