Vinna

Andakt

”Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum” Orðtøkini 22.

2022-05-18 12:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Andakt


At læra hin unga um vegin


Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum” Orðtøkini 22.

Eitt gott og ríkt lyfti í Halgubók, sum sigur frá, hvussu lívið enn lagar seg, so setur tað seg ofta fast, sum sáað verður í eitt barna- og ungdómshjarta, tí at Guðs orð vendir ikki tómt aftur. Guð setir tað fast í hjartað, so at tað ein dag ger sín gerning. Um vit so vanvirða tað og til endans vraka tað, er tað ikki hansara skyld.

Ein fyrrverandi biskupur í Ribe, segði frá einari húsvitjan, hann einaferð hevði. Ein sunnudag var hann komin inn á gólvið hjá einum manni, ið var einsamallur inni. Maðurin gjørdist illa við, tá ið prestur stóð í durunum, og vildi ikki so mikið sum bjóða honum inn um. Men biskupurin hoyrdi ikki til tey smæðnu og afturhaldandi, hann steig inn um gáttina og fór heilt innar í stovuna. ”Eg royndi at koma á tal við mannin, men hetta var ikki lætt” segði biskupurin, ”tí hann segði einki annað enn ”nå” og ”ja”. Eg hugsaði, at okkurt mugu vit fáa burtur úr, tá ið eg nú eri komin á gátt hjá honum, og eg tók sálmabókina úr lummanum og spurdi: ”Hvat sigur tú til, at vit báðir syngja ein sálm?” ”Nei” svaraði maðurin. ”So kann eg syngja ein sálm fyri tær!” segði biskupurin. ”Ja, - um tað kann gera prestin nøgdan, so ger so væl!”

Biskupurin blaðaði upp í sálmabókini og helt fyri: ”So syngi eg tann fyrsta sálmin, ið eg komi niður á, um eg dugi lagið!” Men tað mátti vera ein misfatan! Sálmurin var: ”Guð, eftir tær mær leingist.” Sálmurin hevði seks vers, og áðrenn biskuppurin var liðugur at syngja, hevði maðurin vent sær á, sett seg niður á ein stól og krógvaði andlitið í lógvunum. Nú sat hann og græt. Biskupurin fór yvir til hansara, legði hondina á økslina á honum og segði: ”Vil tú siga mær, hví tú grætur?” Maðurin svaraði: ”Prestur, tygum eru eitt løgið menniskja, tygum koma inn til mín og vil syngja sálmar. Hví skuldi eg havt sungið sálmar? Og vita tygum so, hvat tygum gera? So syngja tygum akkurát sálmin hjá mammu. Tað var hesum sálminum, hon helt so nógv av, og hon segði við okkum dreingir, áðrenn hon slóknaði: ”Vilja tit lova mær, at tit minnast til, at í hvørjum menniskja eru nakrir streingir, og røra vit við teir, svara teir: ”Guð, eftir tær mær leingist.” Prestur! tað er langt síðan, nakar hevur nomið við hesar streingirnar í mær, men nú føli eg, at teir sita har enn!”

Lyftini í Halgubók til tey, sum hava lært hin unga um Guðs vegir, eru stór: Hann sleppur tær ikki, hann fer ikki frá tær, og hann gloymir teg ikki. Kendi danski presturinChristian Bartholdy, sum var formaður í donsku heimamissiónini í fleiri ár, og var kendur fyri, at duga at taka til, skrivar í bókini ”Min mor”: ”Hun har bedt for mig fra før jeg blev født og indtil hun lukkede sine øjne. Hvilken forunderlig start i livet.” So endar hann við at endurgeva Dávid í sálmi 22: tú ert hann, ið úr móðurlívi meg dró, ið lætst við móðurbarm meg hvíla trygt. Tær varð eg frá barnsbeini fingin, frá móðurfangi ert tú mín Guð.”


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder