Mentan

Andakt

”Eg hoyrdi teg í aldingarðinum og varð bangin” 1. Mósebók 3.10. Soleiðis segði Ádam við Guð, eftir at tey høvdu brotið Guðs boð og etið av trænum.

2023-10-26 20:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvaðan kemur óttin? Hví eru menniskju so bangin? Sagt verður um okkara unga fólki, at tey eru óttafull og mong síggja onga meining við lívinum. Tess longri skúladagurin er, tess troyttari gerast tey. Tess klókari við gerast, og tess fleiri framstig henda, tess størri gerst nøgdin av ótta í verðini. Hvussu ber tað til?
Sálarfrøðingarnir kunnu siga nógv skilagott um trupulleikar við óttanum, men teir kunnu ongantíð troysta okkum.
Halgabók hevur eitt svar. Frá fyrsta til seinasta blað sigur hon, at óttin er her í heiminum, tí at syndin er her. Orsøkin til óttan er, at menniskja hevur tikið lívið í egnar hendur. Vit eru ein fallin mannaætt, sum ger uppreistur móti Guði.
Óttin er her, tí Guðs rødd støðugt hoyrist í Eden: Ádam, hvar ert tú?
Guð hevur ikki uppgivið menniskjuni, sum hann skapti í síni mynd, men hann byrjar umaftur við okkum. Hóast portrið inn í Eden støðugt er stongt, og sjálvt um giftin í syndini er komin í blóð okkara, hevur Guð støðugt nakað fyri við okkum. Hann vil koma á tal við okkum, og rødd hansara ljóðar alsamt: Ádam, eg havi nakað at siga tær!
Men vit eru bangin fyri veruleikanum, og tí flýggja vit undan lívsins mest avgerandi veruleika: Guði, - og gerast uppaftur meira óttafull.
Vita vit, hvat vit skulu? - Vit skulu lata okkum finna av Guði.
Tað ófatiliga er, at tann Guð, sum menniskjan er bangin fyri, hann er tann einasti, ið vit ikki skulu vera bangin fyri, tí hann er tann einasti, ið kann taka óttan frá okkum. Hann, ið sigur okkum sannleikan, er náðinnar Guð. Leitað inn í ljós hansara! So letur hann andlit sítt lýsa yvir teg og verður tær náðigur. Hann lyftir upp ásjón sína yvir teg og gevur tær frið!

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder