Um vit okkurt kvøldið eru so móð, at tað als ikki tykist gjørligt at savna teir flákrandi tankarnar, ella um vit onkran dag kenna hjartans harðligu áklagu, tá kann ta vera ein hjálp til nýtt frímóð, at hugsa gjølla um tann partin av evangeliinum, sum høvundin av hebrearabrævinum lýsir, hin himmalfarni Kristus, ið gongu fram fyri Guðs ásjón fyri okkara skyld.
Tað er gott, ja, næstan óskiljandi. men hann, ið einaferð segði við ein av ápostlunum í einari torførari støðu: Eg bað fyri tær, at trúgv tín ikki má tróta, hann er í gjár og í dag hin sami og um alla tíð. Og um vit einaferð av Guðs náði náa heim, fara vit vissliga, at leggja merkið til, ar Jesu forbøn hevur verið um okkum og vart okkum meira enn vit ánaðu.
”Bið, o Jesus, fyri mær! Bið meg heim í hús hjá tær!” Henda barnsliga bøn er veruliga heft at skriftini, tí Kristus er tann, sum deyður er, og meira enn tað, er risin upp frá deyðum, hann sum er við høgru hond Guðs, hann sum eisini gongur í forbøn fyri okkum. Av tí at vit hava kosta honum so nógv, vil hann als ikki missa okkum. Tí sigur hann ferð eftir ferð við faðir sín: Fyri mína skyld frels hann – bjarga henni – lat tað eydnast, at fáa tey heim!
Tí hevði hin gamli maðurin rætt, sum á deyðastrá segði: Eg hugsi, at Jesus verður fegin, tá ið hann sær meg í sínum himli. Hann fer at siga við faðir sín: Sum tað var gott, at tað eydnaðist okkum at fáa hann heim, hann, sum vit høvdu so nógv baks og knoss við, meðan hann var á jørðini!
Guð fái tøkk, at hann heldur fram við at knossa við øll síni til seinastu stund!
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald