Mentan

Andakt

Sólin má ikki seta yvir illskap tykkara!” Efesusbrævið kp 4

2023-05-04 14:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Týðningurin av hesum versi er væl eisini at fara nøgdur og takksamur til songar. Men kanska er tað ikki altíð soleiðis við okkum.

Tá ið eg plagdi at leggja børnini at sova um kvøldið, spurdi eg tey altíð: Hvør skal vera hjá tykkum í nátt? og svarið var tað sama: Jesu-pápi og einglarnir! Tað eina kvøldið var ein av døtrunum ikki í góðum hýri, og tá ið eg spurdi hana: Hvør skal vera hjá tær í nátt? svaraði hon: Ongin! Kanska hava vit hug at smílast; men hetta líkist tí, sum Berggrav skrivar í bókini ”Barnesjæl og religion” Hann nevnir ein smádrong, Niels, sum ein dagin hevði veri í ringum skørum og tvørur, ”ómøguligur”, sum vit siga. Drongurin plagdi í kvøldbønini, sum mamman hevði lært hann, at koma við hesum ískoyti: ”Kæri Guð, ger Niels til ein góðan drong!” Hetta kvøldið kom einki ískoyti, og tað fekk mammuna at spyrja: ”Gloymdi tú ikki okkurt, skal tú ikki biðja Guð um at gera teg til ein góðan drong?” Svarið var: ”neei, heldur tú, at hann klárar tað, mamma?”

Spurningurin er okkum ikki ókendur. ”Tað góða, sum eg vil, geri eg ikki.” (Paulus) Men tað nýtist ikki at halda fram at vera satt. Guð segði við Káin: ”Syndin liggur fyri durunum og tráar eftir tær; men tú eigur at vinna á henni!” Vit biðja Guð um mátt at kunna vinna á syndini – og tó. Kann Guð ikki geva okkum kraft? Vil hann ikki? Hvat er í vegin? Spurningarnir kunnu gerast so nærgangandi, at vit freistast til bara at lata standa til.

Tað er neyðugt at undirstrika, at Guðs lyftir eru galdandi, sjálvt um okkara royndir peika øvutan veg. Guðs lyftir eru tað einasta, vit hava at byggja á í eini verð, her alt umskiftir. Guðs lyftir hava fingið ja sítt í Jesusi Kristi, og einki kann vika hesum JA. Tað stendur tí til okkum at lata Guðs lyftir hava tey gyldi, tey altíð hava.

Hví tað er soleiðis, at tað ónda liggur okkum nærmast, hví vit ongantíð noyðast at stríðast fyri at vera ónd, men altíð skulu berjast fyri at gerast góð og alla tíðina tapa í stríðnum? Ta er ein gáta.

Eg og tú siga helst honum ímót, sum einaferð segði: ”Selv i din beste vens ulykke er der en stump af noget, der fryder dig”. Nei, tað ber ikki til, har fer hann ov langt, halda vit. Men, hvat um vit eina løtu í lívinum koma at standa andlit til andlts við sannleikan í hesum óhugnaligu orðum, eina løtu, har vit fáa eyga á gruggið, sum liggur á botninum í lívi okkara?

Syndin lúrir við dyrnar, og alt ov lætt fær hon fótin inn um. Vit skilja væl spurningin frá dreinginum: ”Heldur tú, at hann klárar tað, mamma?” Svarið finna vit hjá hinum krossfesta og upprisna Jesusi Kristi. Um hann stendur skrivað: ”Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder