Vinna

Amerikanski marknaðurin kastar væl av sær

.

2024-06-17 11:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Føroysku alifyritøkurnar vænta, at góða gongdin á amerikanska marknaðinum fer at halda fram komandi árini.

Føroyski útflutningurin til USA er seinastu árini vaksin munandi. Síðani 2020 er útflutningurin til USA øktur eina heila milliard krónur. Sama tíðarskeið eru samlaðu nøgdirnar øktar við 10.000 tonsum, úr 13.000 tonsum í 2020 upp í 23.000 tons í 2023.

Nógvur laksur
Laksur er størsta einstaka útflutningsvøran í Føroyum. Føroyskar alifyritøkur standa eisini fyri størsta partinum av útflutninginum til USA. Bæði Bakkafrost og Hiddenfjord flyta nógvan laks tvørtur um hav.

“USA er ein høvuðsmarknaður hjá Bakkafrost. Tað er serliga marknaðurin, sum tekur størra laksin, oman fyri 6 kg, ið Bakkafrost miðvíst roynir at røkka. Tískil avger miðalvektin á tikna laksinum í stóran mun, hvussu stórur partur av laksinum fer til USA”, sigur Símun P. Jacobsen, sølustjóri hjá Bakkafrost.

Amerikanski marknaðurin hevur eisini stóran týdning hjá Hiddenfjord. Síðani seinast í hálvfemsunum hevur Hiddenfjord selt laks til USA.

“Okkara marknaðarstøða í USA er styrkt munandi seinastu árini. Til tíðir hevur USA verið ein sera góður og týdningarmikil marknaður hjá okkum. Seinastu árini er framleiðslan hjá Hiddenfjord vaksin og samstundis er nøgdin, vit hava sent til USA vaksin,” vísir Óli Hansen, sølustjóri hjá Hiddenfjord á.

MOWI útflytur nakað minni av føroyskum laksi til USA enn Hiddenfjord og Bakkafrost.

"USA hevur seinastu 15 árini verið ein góður og vælbetalandi marknaður fyri okkum. USA er í høvuðsheitum ein marknaður fyri stóran laks, og tí er avgerandi fyri okkum framhaldandi at ala stóran laks, soleiðis at vit kunna fasthalda og betra um okkara kappingarstøðu á amerikanska marknaðinum," fortelur Niclas Niclasen sølustjóri hjá MOWI í Føroyum.

Styrkt marknaðarstøða
Tað eru fleiri orsøkir til, at amerikanski marknaðurin roynist so væl hjá føroyskum útflytarum. Tað er ein stór keypiorka í USA sammett við aðrar marknaðir. Støddin á amerikanska marknaðinum er eitt annað høvuðseyðkenni. Tey leita fyrst og fremst eftir stóru laksastøddunum. Tað er laksurin, sum er omanfyri 6 kg, sum vanliga gevur tann besta prísin. Hesin laksurin verður ofta seldur matstovuvinnuni.

“Bakkafrost hevur miðvíst lagt seg eftir matstovuvinnuni og serliga tí partinum, sum borðreiðir við sushi vørum. Henda vinnan hevði trupulleikar undir koronu, men hevur síðan tikið dik á seg og er framvegis í menning. Hesin parturin av matstovuvinnuni leggur serliga stóran dent á, at laksurin er so feskur sum gjørligt, og at haldbærið er gott. Tað hevur tískil týdning, at so lítið matspill er sum tilber, fortelur Símun P. Jacobsen, sølustjóri hjá Bakkafrost.

Hiddenfjord tók fyri nøkrum árum síðani stig til at gevast við at flúgva laks. Hetta hevði við sør, at flutningurin til USA mátti skipast av nýggjum.

“Vit hava fingið eitt munandi fastari fótafesti á amerikanska marknaðinum, síðani vit fóru undir at flyta laksin sjóvegis. Góðskan á Hiddenfjord laksinum er serstøk og saman við javnari veiting alt árið, er eftirspurningurin vaksandi eftir Hiddenfjord laksi”, sigur Óli Hansen, sølustjóri hjá Hiddenfjord.

Framtíðin
Í 2023 útfluttu føroysku alifyritøkurnar fyri í alt 5,3 milliardir krónur. USA stóð fyri knøppum 32 prosent av útflutningsvirðinum. Amerikanski marknaðurin er tann marknaðurin, sum veksur skjótast, bæði í nøgd og í virði, hvat føroyskur alilaksi viðvíkur.


Býtið av laksaútflutningi á høvuðsmarknaðirnar 2007 -2023 Kelda: Hagstova Føroya.

Føroysku alifyritøkurnar vænta, at góða gongdin á amerikanska marknaðinum fer at halda fram komandi árini.

“Um tað gongur sum ætlað, so halda vit fram við at royna at styrkja okkara marknaðarstøðu í USA. Vit síggja til dømis ótroyttar møguleikar í at selja fryst vakumpakkað laksafløk í USA. Við einari frystari vøru hava vit enn betri møguleikar at flyta og býta út til keyparan. Hetta vænta vit eisini kemur at merkja okkara arbeiði í USA komandi árini,” vísir Óli Hansen á.

Eisini Bakkafrost ætlar at styrkja sína marknaðarstøðu. Fyritøkan hevur eitt virki í New Jersey, har fesk fløk og feskar portiónir verða framleiddar.

“Bakkafrost fer komandi árini at økja um mongdina til USA. At Bakkafrost hevur ognað sær eitt flogfar er við tí fyri eyga at økja enn meira um mongdina til amerikanska marknaðin”, sigur Símun P. Jacobsen.

MOWI ætlar sær eisini at vaksa á amerikanska marknaðinum.

“Føroyski laksurin hevur eitt sera gott orð á sær í USA, og vit síggja stórar vakstrarmøguleikar fyri okkum  á amerikanska marknaðinum," sigur Niclas Niclasen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder