2024-08-12 07:45

Mikudagin hava landsstýrismaðurin og herflotaráðharrin fund, har teir m.a. fara at umrøða trygdarstøðuna í Norðurhøvum, umframt samstarv og viðurskifti landanna millum.
Í sambandi við fundin verður tíðindafundur í Salinum í Tinganesi mikudagin 14. august kl. 18.30. Miðlar, ið ynskja at luttaka á tíðindafundinum, skulu boða frá á [email protected] ella tlf. 551028 í seinasta lagi mikudagin kl. 14.
Á vitjanini skal herflotaráðharrin eisini hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd og vitja hjá Vørn, MEST, Arktis Kommando og Atlantic Airways.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald