Politikkur

Altjóða kvinnustríðsdagur: ein dagur har vit stríðast fyri allar kvinnur

Tann 8. mars er altjóða kvinnudagur, ein dagur, sum upprunaliga var stovnaður sum partur av stríðnum fyri kvinnurættindum. Tað var ikki ein dagur til fagnað, men ein dagur til at krevja rættvísi, síggja órættin í samfelagnum og eggja til broytingar. Í hesum tíðum verður hesin dagurin fagnaður sum ein hátíðardagur, har kvinnur verða róstar fyri teirra arbeiði, meðan strukturellu trupulleikarnir verða goymdir burtur í tómum orðingum um javnstøðu og framstig.

2025-03-08 23:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit síggja tað aftur og aftur. Politikarar og fyritøkur leggja myndir út á sosialar miðlar við kvinnum, sum hava ávirkan í samfelagnum, men hvørjar realar broytingar verða gjørdar? Í Føroyum hava vit eitt samfelag, har kvinnur framvegis uppliva harðskap heima við hús, har kvinnur framvegis fáa lægri løn fyri sama arbeiði sum menn, og har kvinnur framvegis verða skírdar sum “truplar,” tá tær tora at seta orð á órættvísi.

Men vit mugu eisini viðurkenna, at kvinnustríðið skal vera fyri allar kvinnur – ikki bara tær, sum samfelagið longu viðurkennir sum “rættar” kvinnur. Hvussu kunnu vit tosa um kvinnustríð og javnstøðu, um vit ikki eisini viðurkenna, at svartir, brúnir og littir kvinnur uppliva rasismu afturat sexismuni? Hvussu kunnu vit siga, at vit stríðast fyri kvinnur, um vit ikki eisini viðurkenna transkvinnur sum kvinnur og verja teirra rætt til at vera tryggar og virðismettar?

Og hvussu kunnu vit siga, at kvinnur hava full rættindi í Føroyum, tá tær enn ikki hava ræði yvir egnum kroppi? Í 2025 verður tað framvegis ikki mett sum ein sjálvfylgja, at ein kvinna sjálv skal sleppa at taka avgerðir um sítt egna lív og sín egna kropp. Ístaðin fyri at liva í einum samfelagi, har kvinnur eru frælsar at velja tað, sum er best fyri tær, noyðast tær at biðja um loyvi frá skipanum og myndugleikum, sum síggja tær sum minni førar at taka egnar avgerðir.

Tað, sum vit síggja bæði her og aðrastaðni, er, at kvinnustríðið ofta bert fevnir um tær kvinnurnar, sum passa inn í eitt ávíst ideal: hvítar, cis og óførleikaskerdar kvinnur. Men sannleikin er, at rasisma, transfobi og ableisma mugu takast við, um vit veruliga skulu hava eitt javnstøðusamfelag. Tað hevur onga meining at siga seg stríðast fyri kvinnur, um man samstundis letur sum einki, tá brúnar og svartar kvinnur verða marginaliseraðar, ella tá transkvinnur verða avvístar sum “ikki veruligar kvinnur.”

Vit mugu eisini spyrja: Hvørjum tænir tað at siga, at vit longu hava javnstøðu? Tað tænir teimum, sum ikki vilja broyta nakað. Tey, sum hava ágóðan av, at maktin framvegis er skeivt býtt í samfelagnum. Tey, sum vilja, at kvinnur skulu tiga, so teirra valdsstøða ikki verður hótt.

Men søgan vísir okkum, at javnstøðustríðið ongantíð hevur verið ein sjálvfylgja. Rætturin at atkvøða, rætturin til útbúgving, rætturin til arbeiði, rætturin til barsil – alt hetta hevur verið vunnið ígjøgnum harða mótstøðu. Og enn eru týdningarmikil mál eftir. Í Føroyum hava vit enn ikki eina neyðuga lóggávu, sum verjir kvinnur móti harðskapi á einum nøktandi støði. Vit hava enn ein arbeiðsmarknað, har kvinnur verða snýttar. Vit hava enn eitt samfelag, har kvinnur, sum tora at tala at, verða møttar við skelkandi mongdum av misogyni. Og vit hava enn eitt samfelag, har kvinnur ikki kunnu ráða yvir egnum kroppi. 

Tað er ein skomm, at kvinnur í Føroyum framvegis skulu liva við, at politikarar taka avgerðir um teirra lív, sum høvdu tær onga rødd í málinum. Tað er ein skomm, at samfelagið framvegis viðgerð kvinnur sum ómyndigar, tá tað kemur til grundleggjandi rættindi.

So lat okkum vera greið: Altjóða kvinnudagur er ikki ein fagnaðardagur ella hátíðardagur. Hann er ein stríðsdagur. Ein dagur, har vit minnast søguna hjá kvinnum, sum hava stríðst fyri rættindum, men eisini ein dagur, har vit staðfesta, at stríðið ikki er liðugt. Tað er ikki nóg mikið at hava ein dag um árið til at hyggja eftir javnstøðu. Vit mugu arbeiða fyri broytingum hvønn einasta dag – og fyri allar kvinnur, ikki bara tær, sum tað er lættast at góðtaka.

Tí meðan summi vilja hava okkum at trúgva, at kvinnur hava fingið sín part, so mugu vit standa saman og siga: Tað er ikki nokk! Javnstøða merkir ikki bara at vera við á pappírinum. Javnstøða merkir, at vit kunnu liva í einum samfelagi, har allar kvinnur, hava veruliga møguleikar, rættindi og tryggleika. Tað hevur Føroyar enn ikki megnað.

Tí heldur stríðið fram – ikki bara tann 8. mars, men hvønn dag á árinum.

Góða altjóða kvinnustríðsdag

Og takk til allar kvinnunar í mínum lívið sum gera hvønn dag til nakað heilt serligt

Milia Egilsnes Anda

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder