Mentan

Algirsk superstjørna á G!

Algirski rapparin og sangarin Soolking, við meira enn 2,6 milliardum spælingum á Youtube, kemur á G! Soolking, sum nú býr í Fraklandi, umboðar eina serliga blanding av modernaðum popputum hipphoppi, blandað við eyðkenda sangstílin og sorgblíðu melodistrofurnar úr norðurafrikanska rai-tónleikinum, við einum góðum dismi av autotunara á.

2023-05-09 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sangmálið er franskt og arabiskt.

Soolking er vorðin eitt risastórt navn, fyrst í franskttalandi partinum av heiminum, og nú eisini meira og meira á øðrum marknaðum.

Føroyingar fáa nú høvið at hoyra, hvat alt vásið snýr seg um, tá ið Soolking spælir á G! í summar.

Billboard skrivar um Soolking, at hann hevði sín egna rapp-bólk, sum fekk lutfalsliga góða viðgongd í heimlandinum Algir.

24 ára gamal flutti hann til París, har hann búði og arbeiddi sum ólógligur tilflytari - og gjørdi tónleik í frítíðini. Eg rindaði sjálvur fyri studio-upptøkurnar, produseraði alt mítt tilfar sjálvur, og rindaði fyri lýsingar á internetinum,” greiðir hann Billboard frá.

Í 2017 spældi hann á smærri klubbum og konsertstøðum, og gav løg út á netinum. Vend kom í tá ið ein av kendastu rapparunum í Fraklandi, Sofiane, bjóðaði honum sáttmála við plátufelag sítt og tók hann við at framføra í eini væl umtóktari útvarpssending í Fraklandi.

Soolking framførdi lagið Guérilla, sum snýr seg um søguna um hann sjálvan.

Framførslan fór sum eldur um alnetið og hevur meira enn 343 milliónir vísingar á youtube.

Viðgongdin, eg fekk við Guérilla, var nakað, sum eg hevði arbeitt fyri og roynt at bygt upp í fleiri ár,” segði Soolking við Billboard.

The Guardian skrivar um Soolking, at tónleikur hansara er vorðin nakað, sum fólkið í Algir er sera errið av, og sum er við til at sameina ein tjóð, har nógv stríð og politiskt rumbul hevur verið seinastu árini.

Ein blaðmaður fyri størstu avísina í Algir, El Watan, skrivaði um Soolking, at fyri ungar algirar er hansara ímynd á sama støði sum tann hjá Riyad Mahrez”, liðformanni á fótbóltslandsliðnum og stjørna í Premier League.

Sangurin, Liberté, hjá Soolking, gjørdist eitt slag av eyðkennislagi fyri mótmælini í gøtunum í Algir í 2020

Tónleikurin er fangandi og dansivinarligur, modernaður, men við rót aftur til algirska upprunan.

Í 2022 rakk sangurin Suavemente nummar eitt á franska singlehittlistanum, og sangurin Balader var á øðrum plássi.

Soolking hevur millum annað vunnið virðisløn fyri Best New Francophone Artist” og MTV Europe Music Award fyri Best French Act”, ávikavist í 2019 og 2020.

Enn ber til at spara 300 kr. í sambandi við keyp av atgongumerki, áðrenn prísurin fer upp á miðnátt 15. mai. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder