2022-08-15 10:15
Akraberg er farin at sigla heim úr Barentshavinum við 850 tonsum av frystum.
Akraberg royndi fyrst nakrar dagar í norskum sjógvi, fyri at innstillað maskinurnar, síðan fóru teir í russiskan sjógv.
Anfinn Olsen reiðari sigur, at skipið hevur riggað væl, hann roknar við, at teir koma á Fuglafjørð fríggjadagin, har teir skulu landa.
Akraberg fer nýggjan túr, so skjótt, sum klárt er at fara avstað aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald