2022-07-12 11:16
Vit tosaðu fyrr í morgun við reiðaran Anfinn Olsen, hann segði, at Akraberg loysti úr Aalesund seint í gjárkvøldið, eftir at teir hava verið royndartúrar og rættað ymisk smábrek.
Anfinn segði, at teir fyrst fara at royna í norskum sjógvi, men føroysku skipini, sum royna í russiskum sjógvi, hava hampuligan fiskiskap, so hann helt, at tað kann hugsast, at teir eisini fara í russiskan sjógv.
Manningin á fyrsta túrinum telur 25, skipari er Eyðun á Bergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald