Politikkur

Ákæra reist í málinum um kommunuvalið í Oyndarfirði

Ákæruvaldið hjá politinum í Føroyum hevur nú ákært ein persón fyri at reingja valúrslitið í Oyndafirði í samband við kommunuvalið í fjør. Persónurin er ákærdur fyri brot á § 116, stk. 1 í revsilógini. Ákæruvaldið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

2025-11-22 10:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

§116 í revsilógini er soljóðandi:

Tann, sum forðar ella roynir at forða fyri, at val verður hildið til Løgtingið, Fólkatingið, kommunustýri ella til kommunal ella onnur almenn ráð ella myndugleikar, ella sum reingir valúrslit, ella sum ger tað ómøguligt at gera úrslitið upp, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.

Stk. 2. Sama revsing verður nýtt, tá ið slíkar gerðir verða gjørdar í sambandi við lógarheimilaðar beinleiðis atkvøðugreiðslur um almenn viðurskifti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder