SSL: Tíverri er tað gerandiskostur, at fólk seta bilar, bussar, lastbilar og onnur akfør frá sær á økinum við Eystari bryggju, ið einans er ætlað til ferðsluna til Smyril og Norrønu.
Økið er annars týðiliga avmerkt við skeltum við fráboðan um, at óviðkomandi onki hava at gera á økinum.
Hóast hetta standa akfør dagliga parkerað á, og runt um bilrøðirnar og skapa ruðuleika, tá ið ferðafólk við bili skulu stilla seg í bíðirøðirnar. Tí endar bíðirøðin til Smyril alt ov ofta úti á alfaravegi, ið tarnar ferðsluni rundanum havnarlagið.
Heitt verður tí á øll, um at lata vera við at seta akfør frá sær á økinum, um tað ikki er í samband við fráferð hjá ferjunum.
Framyvir verður óviðkomandi parkering og ferðsla á økinum fráboðað løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald