Politikkur

Áheitan á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu

.

2025-03-09 10:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Áheitan á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu

Fyritíðarpensjónistar mugu beinanveg fáa lógartryggjaða eftirløn

Áhugabólkur Penjónista heitir á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at leggja lógaruppskot fyri løgtingið við broyting til Almannapenjónslógina, ið heimilar landsstýriskvinnuni at áseta eftirløn til fyritíðarpensjónistar í kunngerð. 

Sirið Stenberg ásetti í kunngerð í januar mánaða, at fólk, ið fáa starvslønir og listafólkalønir eftir kunngerð fyri Mentanargrunn Landsins, frameftir fara at fáa 15% í eftirløn afturat starvslønini. Tískil sæst at málið um eftirløn til fyritíðarpensjónistar kann avgreiðast sambært kunngerð. Løgtingið viðger í verandi løtu uppskot frá júst Sirið Stenberg um at geva heimild til landsstýrisfólkið í Almannalógini at áseta upphæddir til ískoyti í kunngerð. 

Gott 900 fyritíðarpensjónistar millum 58 og 66 ár gerast fólkapensjónistar næstu 10 árini – og hava fleiri teirra onga eftirløn afturat fólkapensjónini og samhaldsfasta. Fleiri fólkapensjónistar hava framvegis høgar bústaðarútreiðslur.

Ásannandi tann mismun at fyritíðarpensjónistar ikki fáa eftirløn, setti henda samgonga í samgonguskjal sítt frá 22.12.2022, at eftirløn skal veitast fyritíðarpensjónistum í hesum valskeiðnum. Nú samgonguskeiðið er meira enn hálvrunnið, hevur einki verið at hoyrt um ætlanirnar hjá landsstýrinum.

Áhugabólkur Pensjónista var hin 13.02.2025 á fundi við Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, viðvíkjandi ymsum viðurskiftum hjá fólka- og fyritíðarpensjónistum. Á fundinum upplýsti landsstýriskvinnan, at málið um eftirløn til fyritíðarpensjónistar liggur hjá Sirið Stenberg.

Í svari til munnligan fyrispurning frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, hin 19.02.2025, svaraði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at tað “jeg fari at gera alt tað, jeg eri ment, at fáa tað framt” og “tað hevur ikki verið rætt atborið, men okur hava møguleika at gera tað rætt frameftir”. Landsstýriskvinnan legði afturat, at “man lóggav faktiskt ein stættarmun tá”. Landsstýriskvinnan upplýsti, at spurningurin um eftirløn ikki var mál undir hennara málsræði, men hinvegin liggur hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, men legði afturat, at “jeg verði so ikki forðingin”

Løgmansskrivstovan hevur eftirsíðan í skrivligum svari gjørt greitt, at málsræðið um eftirløn til fyritíðarpensjónistar liggur hjá Sirið Stenberg. Løgmansskrivstovan upplýsir, at skulu fyritíðarpensjónistar fáa eftirløn, skal hetta fremjast við broyting í Almannapensjónslógini, har ískoyti má setast inn um veitan av eftirløn. Fyri teir fólkapensjónistar, ið hava verið fyritíðarpensjónistar, má so gerast ein ískoytispensjón. 

Henda loysnin er enn ein kostnaðar- og umsitingartung ískoytisskipan afturat teimum mongu, ið eru frammanundan. 

Áhugabólkur Pensjónista væntar tískil eftir svarið á Føroya Løgtingi, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum heldur orð og syrgir fyri uttan drál at taka av henda mismun, tá umræður eftirløn, ið fyritíðarpensjónistar hava verið og framvegis eru fyri. 

Seinasti framløgudagur er nú farin, men kann Sirið Stenberg takast fyri fult, fær hon til vega neyðugu undirskriftirnar, so málið kann verða viðgjørt skjótast møguligt.

Almannapensjónirnar í Føroyum eru afturútsigldar í mun til arbeiðaraløn. Verða  almannapensjónirnar hækkaðar, soleiðis at pensjónistar fáa meira pening at liva av, slepst undan mongu “hjálparpakkunum”, ið fátækraraktir pensjónistar mugu søkja um á hvørjum ári, tí pensjónin ikki strekkir til lívsins uppihald. Sum dømi kunnu nevnast: oljuískoyti, orkuískoyti, familjuískoyti, barnaískoyti, serligt barnaískoyti, serlig viðbót, persónlig viðbót v.m. Hesar skipanir hava við sær stórar umsitingarligar meirútreiðslur. Neyðugt eigur heldur ikki at verða hjá fátækraraktum pensjónistum at kenna seg noyddar at venda sær til privatar hjálparfelagsskapir at fáa mat og klæðir uppá kroppin.

Fái nú eftirlønina til fyritíðarpensjónistar upp á pláss og hækki somuleiðis pensjónirnar á rímuligt støði, so sleppast kann undan ískoytisskipanum.


Tórshavn, hin 07.03.2025


Áhugabólkur Pensjónista


Ingrid S. Henriksen Jóan Carl Dam Nina Dahl

Bozena Rasmussen Maria Jacobsen Eyðun Ellendersen

Heidi E. Hammer Hermann Mikkelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder