Politikkur

Áheitan á fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum

Áhugabólkur Pensjónista fegnast um, at Fíggjarmálaráðið í gjár, hin 4. juni 2025, hevur sent fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum uppskot um at taka av rundskriv um fráfaringaraldur hjá tí almenna.

2025-06-06 07:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Áhugafeløg fyri pensjónistar hava seinnu árini áhaldandi gjørt vart við, at pensjónistar eru ónøgdir við, at landið hevur ein fráfaringaraldur og at fráfaringaraldurin eigur at verða tikin av.

Fráfaringaraldurin er fyri nógvum árum síðani tikin av í evropeiskum londum. Og hevur Danmark ikki havt nakran fráfaringaraldur síðan 1. januar 2016, tá fráfaringaraldurin við lóg varð tikin av.

Aldur er ikki sakligt og heldur ikki lógligt atlit fyri uppsøgn. Tey eldru eiga ikki framhaldandi at vera fyri diskriminatión/mismuni á almenna arbeiðsmarknaðinum og eigur fráfaringar-aldurin tískil beinanvegin at verða tikin av.

Ahugabólkur Pensjónista vónar og væntar, at øll fakfeløg á almenna arbeiðsmarknað-inum taka undir við uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum um at taka av fráfaringaraldurin hjá tí almenna.

Tórshavn, hin 4. juni 2025

Áhugabólkur Pensjónista

Jóhan Carl Dam                        Ingrid S. Henriksen                     Bozena Rasmussen

Maria Jacobsen                         Eyðun Ellendersen                      Heidi E. Hammer

Nina Dahl

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder