2023-05-30 09:02
So er venjaratoymið til komandi kappingarár komið upp á pláss. Vit eru sera fegin um at hava fingið Agnar Joensen og Hjalta Mohr Jacobsen at standa á odda fyri besta liðnum. Heilt víst ein fongur fyri felagið.
Báðir eru teir kendir í føroyskum hondbólti, í nógv ár sum spælarar og nú sum venjarar. Vit eru fegin um, at teir hava valt KÍF.
Agnar er ikki fremmandur í felagnum. Hann hevur leikt eitt kappingarár við okkum, og gleðist hann um at vera aftur her. Hjalti er nýggjur í felagnum, og báðir gleða teir seg at fara í holt við uppgávuna.
Við Agnar siga vit vælafturkomin og til Hjalta vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald