Stjórin í Faroe Agency vil halda fram at samstarva við Russland. Hann ber fram, at tað hevði verið ófyrigeviligt at steðga samstarvinum. Hann fer so langt, at hann metir, at russisku skipini tryggja fíggjarlógina og føroyska búskapin.
Men stjórin í Faroe Agency gloymir, hvussu nógvan og óbótiligan skaða hesi somu skipini í áravís hava verið atvoldin til. Russisku skipini og farmaskipini, sum Faroe Agency umboðar hava terroriserað og vanærað mong lív í Føroyum.
Faroe Agency, sum umboðar skipini, eigur at kenna sær hógv. Væl vitandi um beinleiðis terrorserandi atburðin, hevur Faroe Agency latið standa til, hóast fólk í Føroyum hava rópt neyðarróp.
Við óavmarkaðum altyvirdoyvandi buldrandi motorljóðum, málageipan, osi, royki og bankan av rusti døgnið runt. - Ja, alt hetta hava familjur í Føroyum skula livað við í áravís – uttan at Faroe Agency hevur tímað at gjørt ein innsats fyri at verja sínar samborgarar her á landi.
Skipini, sum Faroe Agency umboðar, hava kostað føroyska samfelagnum dýrt, og tað er ófyrigevuligt!
Heimafriður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald