Havstovan: Sostatt er nóg mikið av æti í rættari stødd, í stóran mun avgerandi fyri, í hvønn um fiskalarvurnar kunnu vaksa og yvirliva ella um tær doyggja. Ta fyrstu tíðina eru tær bert førar fyri at taka smáa føði, ið sum oftast er nýliga gýtt djóraæti, men so hvørt sum tær vaksa út á várið og summarið, kunnu tær taka sær størri og størri føði.
Í seinastu vikuni av mai gjørdi Jákup Sverri kanningar av æti og fiskalarvum á Landgrunninum. Gróðurin var við at taka seg upp og kanningar av gýting hjá reyðæti vístu, at tær gýttu toluliga nógv egg. Samanumtikið, so var ein góð spjaðing, bæði av sløgum og støddum av djóraæti. Eisini tyktist at vera væl av fiskalarvum og tær vóru at fáa á flest øllum leiðum sum blivu kannaðar. Støddin lá oftast um 1-1,5 cm.
Seinni í ár verða sløgini, nøgdir og eisini magainnihaldið í fiskalarvunum kannað nærri.
Les túrfrágreiðingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald