Annað

Ælabogavegurin, sum ikki fær frið

Í Pride-vikuni skipaði LGBT+ Føroyar fyri at mála ein ælabogaveg í Gundadali, har Faroe Pride skrúðgongan byrjar hvørt ár. Hetta var gjørt í samstarvi við Tórshavnar kommunu, og tað gleddi okkum, at Elsa Berg, borgarstjóri, var við at mála vegin.

2025-08-15 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv fegnaðust við okkum um hetta framstigið, sum sendi eitt greitt boð: Tórshavnar kommuna vil vera ein kommuna fyri øll – eisini LGBT+-persónar.

Áðrenn Faroe Pride skrúðgonguna vóru tað nøkur, sum gjørdu vart við sína ónøgd um ælabogavegin við lesarabrøvum. Vit vita, at mótstøðan móti LGBT+-persónum er vaksandi, bæði í Føroyum og í londunum kring okkum, og ónøgdsemið við ælabogavegin er eitt gott prógv um hetta.

Longu sama kvøld, sum Faroe Pride 2025 hevði verið, byrjaði herverkið á ælabogavegin, og síðani tá hevur tað bara lagst afturat við ókvæmisorðum á annars flotta ælabogavegin. Hetta er beinleiðis álop á ein minnilutabólk, sum longu er meira útsettur fyri happing, ágangi og sálarligum trýsti enn aðrir. Kanning, sum LGBT+ Føroyar gjørdi í 2022, vísir, at fleiri LGBT+-persónar verða útsett fyri happing, ágangi og øðrum, og av tí sama stríðast fleiri sálarliga. Herverkið á ælabogavegin er bara steinur omaná byru hjá LGBT+'arum, sum longu liva í einum samfelagið, sum hevur trupult við at góðtaka tey. Hetta eigur ikki at koma fyri í 2025, og tað eigur slett ikki at góðtakast.

Hesi orðini og herverkið eru eitt greitt tekin um, at vit enn hava langt eftir á mál, áðrenn LGBT+-persónar eru javnstillaðir við aðrar føroyingar. Tað prógvar eisini, hví Faroe Pride enn er líka umráðandi, og hví ælabogavegurin er so týdningarmikil.

Vit fegnast um, at Tórshavnar kommuna hevur valt at mála útyvir herverkið. Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at herverkið ikki sleppur at oyðileggja ælabogavegin og tað, sum hann stendur fyri. Hetta merkir so eisini, at ælabogavegurin fer at vera har nakað longri enn upprunaliga ætlað.

Samstundis fegnast við eisini um, at Faroe Pride 2025 var tann størsta nakrantíð. Tað er ein uggi at vita, at stuðulin til LGBT+'persónar í Føroyum er størri enn mótstøðan, men hetta merkir ikki, at stríðið er vunnið, og vit nú kunnu slappa av. Tað er meira umráðandi enn nakrantíð, at vit øll saman aktivt arbeiða fyri, at Føroyar skulu vera fyri øll - eisini LGBT+-persónar!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder