Mentan

ABC vika við 50 almennum tiltøkum

Eins og undanfarin ár verður ABC vikan á skránni í oktober. Hóast ABC vikan er í viku 40, eru fleiri ABC samstarvsfelagar, sum skipa fyri tiltøkum bæði í viku 39 og í viku 41, og tí fevnir skráin til ABC vikuna hesaferð um nærum tríggjar vikur við heili 50 tiltøkum. Fyrstu tiltøkini í skránni eru longu í dag.

2023-09-27 12:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu

Evnið fyri vikuna í ár er “Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu”. Nærumhvørvið snýr seg í hesum førinum um tey støðini, sum vit flyta okkum millum í gerandisdegnum. Nærumhvørvið kann hava neiliga ávirkan á sálarligu heilsuna, men tað kann eisini í stóran mun vera sálarliga heilsufremjandi, og vit kunnu í felag ávirka sálarligu heilsuna hvørt hjá øðrum. Nærumhvørvið kann vera heimið, grannalag, arbeiðspláss, frítíðarítriv og ymisk støð í skúlanum, sum t.d. í flokkinum og fríkorterinum.


Summi av tiltøkunum í ABC vikuni í ár kunnu vera við til at styrkja nærumhvørvið hjá borgarum og skapa møguleika fyri at blíva partur av nýggjum felagsskapum, ið kunnu halda fram eftir ABC vikuna.


Tiltøkini í ABC vikuni hava ein sera breiðan málbólk, so okkurt er fyri bæði stór og smá. Tiltøkini eru samlað í eini ABC skrá, ið gevur eitt yvirlit yvir tiltøk kring landið. Umframt almennu tiltøkini skipa fleiri samstarvsfelagar eisini fyri innanhýsis átøkum. Tað eru kommunur, stovnar og feløg í ABC fyri sálarliga heilsu, sum skipa fyri innihaldinum í ABC skránni.


Trý nýggj filmsbrot

Endamálið við ABC vikuni er at skapa tilvit og varpa ljós á sálarliga heilsu við upplýsandi tilfari og tiltøkum, sum samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu skipa fyri. Umframt eina ABC skrá, hevur Fólkaheilsustýrið eisini framleitt trý nýggj filmsbrot, ið taka støði í evninum fyri ABC vikuna í ár, og eru hesi serliga ætlað ungum. Filmstilfarið hjá ABC fyri sálarliga heilsu hevur ofta havt ein breiðan málbólk, og tørvur hevur verið á at framleiða tilfar málrættað ungum. Kanningar hjá Fólkaheilsustýrinum vísa, at tey ungu eru tey, sum serliga meta seg vera ringast fyri sálarliga, og at tað eru ymisk viðurskifti, ið ávirka sálarligu heilsuna hjá teimum ungu. Nýggju filmarnir kunnu geva íblástur til at skapa nærumhvørvi, sum fremja sálarliga heilsu. Filmarnir verða almannakunngjørdir í viku 40 og verða serliga at síggja á sosialu miðlunum.


Til ber at taka ABC skránna niður her.

 

Vita, um okkurt er í ABC skránni fyri teg ella onkran, tú kennir, og bjóða gjarna øðrum við til tiltøkini.


Góða ABC viku

Fólkaheilsustýrið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder