Annað

8 hval lagt beinini í Streymnesi

Tíðliga í morgun var ein grind funnin útfyri Hvalvík/Streymnes.

2023-08-19 14:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað vísti seg, at talan bæði var um grindahval og springarar. Avgerð var tikin um, at grindin skuldi merkjast.

Tá ið fólk frá Havstovuni komu til Streymnesar at merkja grindina, vóru hvalirnir riknir inn ímóti Streymnesi. Tað bar ikki til at merkja grindina, og løgdu tí 8 grindahvalir beinini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder