Mentan

54.500 fólk búðu í Føroyum 1. juni - vøksturin er 1,1%

Fólkatalið vaks við 591 persónum seinasta árið, og 1. juni búðu 54.503 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

2023-07-10 16:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan:

Síðani fólkavøksturin byrjaði fyri skjótt 10 árum síðani, er fólkatalið vaksið við 6.500 fólkum ella 14%. Seinastu tíðina hevur fólkavøksturin tó verið lakari enn undanfarnu árini. Burðaravlopið minkaði óvanliga nógv í byrjanini av 2022, og hóast minkingin lutvíst varð uppvigað av einum lítlum vøkstri í nettoflytingini, so minkaði tað um árliga fólkavøksturin. Seinastu mánaðarnar er burðaravlopið vaksið nakað aftur, samstundis sum nettoflytingin er minkað eitt sindur. Spakuligi vøksturin í fólkatalinum heldur tí fram.


Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 180 fólk og eini nettoflyting á 411 fólk.  Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað meðan burðaravlopið er vaksið. 

kk

Nettoflytingin stendur í stað

Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting ikki er broyttur stórvegis seinastu mánaðarnar. Gongdin í tilflytingini minkaði nakað síðsta heyst, men hevur síðan tá staðið í stað - eins og gongdin í fráflytingini hevur. Nettoflytingin er tí minkað eitt sindur, men tykist inntil víðari at standa í stað. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.



Minkandi deyðatal økir um burðaravlopið

Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðarnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðarnar hevur gongdin í deyðatalinum verið minkandi, og saman við meiri støðugu gongdini í føðitalinum veksur tað spakuliga um burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum.



Eingin fólkavøkstur millum danskir ríkisborgarar

Talið av persónum, sum hava annan ríkisborgaraskap enn danskan, er vaksið nógv seinastu fimm árini. Danskir ríkisborgarar hava verið partur av fólkavøkstrinum, men tað eru teir ikki longur. Myndin niðanfyri vísir, at ongin fólkavøkstur var millum danskir ríkisborgarar í Føroyum í fjør. 
 


Størsti vøkstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar kommunu. Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Klaksvík, Saltangará og á Strondum. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juni 2022 og 2023.
 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

jun 2022 – jun 2023



junimunur

20222023persónar%





Tilsamans53.91254.5035911,1
Fugloyar kommuna394237,7
- Hattarvík1013330,0
- Kirkja292900,0
Viðareiðis kommuna348344-4-1,1
- Viðareiði348344-4-1,1
Hvannasunds kommuna417433163,8
- Depil275250,0
- Hvannasund25025110,4
- Múli000-
- Norðdepil162172106,2
- Norðtoftir3300,0
Klaksvíkar kommuna5.3865.457711,3
- Klaksvík4.9935.060671,3
- Árnafjørður7066-4-5,7
- Norðoyri15716142,5
- Ánirnar5651-5-8,9
- Mikladalur2528312,0
- Trøllanes1716-1-5,9
- Svínoy2831310,7
- Húsar343738,8
- Syðradalur, Kalsoy67116,7
Kunoyar kommuna14415064,2
- Haraldssund657169,2
- Kunoy797900,0
Fuglafjarðar kommuna1.6241.635110,7
- Fuglafjørður1.6121.623110,7
- Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.2962.284-12-0,5
- Leirvík1.0471.040-7-0,7
- undir Gøtueiði3433-1-2,9
- Gøtugjógv5753-4-7,0
- Skálafjørður, Eysturkommuna4400,0
- Norðragøta671659-12-1,8
- Syðrugøta483495122,5
Nes kommuna1.4701.525553,7
- Nes, Eysturoy36737692,5
- Saltnes15616042,6
- Toftir947989424,4
Runavíkar kommuna4.2934.385922,1
- Oyndarfjørður133132-1-0,8
- Elduvík1115436,4
- Funningsfjørður6158-3-4,9
- Æðuvík10998-11-10,1
- Glyvrar452473214,6
- Lamba158155-3-1,9
- Rituvík319336175,3
- Runavík588582-6-1,0
- Saltangará1.1161.164484,3
- Skipanes525647,7
- Søldarfjørður364361-3-0,8
- Lambareiði9900,0
- Skála738760223,0
- Skálafjørður13313853,8
- Funningur5048-2-4,0
Sjóvar kommuna1.1531.204514,4
- Innan Glyvur8986-3-3,4
- Kolbeinagjógv3236412,5
- Morskranes3533-2-5,7
- Selatrað3943410,3
- Strendur9581.006485,0
Eiðis kommuna793810172,1
- Eiði711722111,5
- Ljósá363712,8
- Svínáir4651510,9
Sunda kommuna1.8301.843130,7
- Norðskáli334326-8-2,4
- Oyrarbakki16717031,8
- Oyri16717695,4
- Gjógv2128733,3
- Haldórsvík119116-3-2,5
- Langasandur444624,5
- Tjørnuvík4746-1-2,1
- Saksun1011110,0
- Hvalvík26026331,2
- Nesvík000-
- Streymnes326337113,4
- Hósvík335324-11-3,3
Tórshavnar kommuna22.91623.1632471,1
- Kollafjørður829821-8-1,0
- Oyrareingir4538-7-15,6
- Signabøur14715585,4
- Argir2.4792.511321,3
- Tórshavn13.87814.0661881,4
- Kaldbak257253-4-1,6
- Kaldbaksbotnur8800,0
- Mjørkadalur000-
- Sund1100,0
- Hvítanes10010666,0
- Hoyvík4.5814.613320,7
- Norðradalur109-1-10,0
- Syðradalur, Streymoy98-1-11,1
- Kirkjubøur8475-9-10,7
- Velbastaður241260197,9
- Hestur1715-2-11,8
- Koltur000-
- Nólsoy230224-6-2,6
Kvívíkar kommuna605597-8-1,3
- Kvívík39339300,0
- Leynar11211310,9
- Skælingur131300,0
- Stykkið3734-3-8,1
- Válur5044-6-12,0
Vestmanna kommuna1.2561.288322,5
- Vestmanna1.2561.288322,5
Vága kommuna2.1692.200311,4
- Sandavágur9921.027353,5
- Miðvágur1.1361.131-5-0,4
- Vatnsoyrar414212,4
Sørvágs kommuna1.2441.24620,2
- Sørvágur1.1451.14500,0
- Bøur727200,0
- Gásadalur131300,0
- Mykines1416214,3
Skopunar kommuna45846792,0
- Skopun45846792,0
Sands kommuna524538142,7
- Sandur524538142,7
Skálavíkar kommuna13813800,0
- Skálavík13813800,0
Húsavíkar kommuna10798-9-8,4
- Dalur3529-6-17,1
- Húsavík6259-3-4,8
- Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna4132-9-22,0
- Skúgvoy3127-4-12,9
- Stóra Dímun105-5-50,0
Hvalbiar kommuna666651-15-2,3
- Hvalba598585-13-2,2
- Sandvík6866-2-2,9
Tvøroyrar kommuna1.7751.762-13-0,7
- Froðba291284-7-2,4
- Trongisvágur534522-12-2,2
- Tvøroyri86186980,9
- Ørðavík2824-4-14,3
- Ørðavíkslíð616323,3
Fámjins kommuna8179-2-2,5
- Fámjin8179-2-2,5
Hovs kommuna10010111,0
- Hov10010111,0
Porkeris kommuna327321-6-1,8
- Porkeri327321-6-1,8
Vágs kommuna1.3631.373100,7
- Vágur1.3631.373100,7
Sumbiar kommuna349337-12-3,4
- Lopra8972-17-19,1
- Sumba24725362,4
- Víkarbyrgi000-
- Akrar1312-1-7,7





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder