Vinna

50-ára starvsdagur hjá Maud

Eftir realskúlan fór Maud at starvast sum gongsgenta á barnadeildini, hetta dámdi henni sera væl.

2023-05-01 10:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Landssjúkrahúsið skrivar:

50-ára starvsdagur hjá Maud
Herfyri hevði Maud av Fløtum 50 ára starvsdag á Landssjúkrahúsinum. Hon er ein virkin dama og byrjar hvønn dag saman við manninum á rennibreytini og onkuntíð í svimjihøllini, hóast Maud í heyst rundar tey 70. Eisini spældi hon heilsufótbólt í nøkur ár.
Maud starvast á Medisinka ambulatoriunum á deildini Klinisk Fysiologisk- og Nuklearmedisin, har hon m.a. ger skintografiir, dexaskanningar og lungafunktiónskanningar.
Eftir realskúlan fór Maud at starvast sum gongsgenta á barnadeildini, hetta dámdi henni sera væl. Eftir eina tíð á barnadeildini fór Maud á bíbliuskúla, og tá hon kom aftur, starvaðist hon eitt skifti á tuberklastøðini.
Sum 18 ára gomul fór hon at lesa til sjúkrasytur, og bleiv útlærd í 1976. Eftir lokna útbúgving, var Maud aftur sjey ár á barnadeildini, har hon treivst sera væl. Eftir hetta starvaðist hon á Endoskopieindini í 17 ár, sum var ein fantastisk, spennandi og lærurík tíð.
Í 2022 stóð Maud í boði at koma á Medisinska depilin og valdi hon at taka av, og er tað har, hon starvast í dag. Maud er sera glað fyri sítt arbeiði, og leggur hon stóran dent á at geva sær tíð til sjúklingarnar.
Spyrja vit Maud um hon ætlar at arbeiða í nógv ár aftrat svarar hon, at tað fer tíðin og heilsan at vísa. Vit vóna, at vit fáa teg at síggja á LS í fleiri ár aftrat.
Vit ynskja Maud hjartaliga tillukku við 50-ára starvsdegnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder