Vinna

5-mannafarið í Steigartúni er nú liðugt

Tað hava verið nógv vitjandi á Steig í summar og hugt ímeðan bátasmiðurin Terji Reinert Jacobsen hevur smíðað.

2023-09-07 15:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sandavágs Fornminnafelag:


Í dag eru tollar, borðskeytar og homlubandsklampar ísettir.
Eftir at gera eru, fýra árar og róður.
Í gomlum døgum kom tað ofta fyri, at menn fóru avstað við bátinum, sum hesin stendur nú. Og gjørdu so til sjálvir: árar, róður, mastur og segl, eyskar, tiljur og vaðkall.

BÁTURIN ER TIL SØLU
Báturin er til sølu og bjóðast kann longu nú uppá hann, hann kann handast keypara, tá hann er liðugt smíðaður um miðjan september.
Støddin er 5-mannafar. Við fylgja 4 árar og róður. Báturin er somu stødd, sum Kiwanis-báturin, ið lutaður varð burtur eftir ólavsøku 2023. Áhugaði kunnu ringja til Dagbjørn Hansen á fartlf. 787477.

BÓKIN “Føroyski báturin. Bátur og bátasmíð” FÆST TIL KEYPS Í HESUM HANDLUM
Bartalsstova/Samkeyp í Sandavági.
Fiskastykkið/Úti á Gjógv í Sandavági.
Kunningardiskurin á flogvøllinum í Sørvági.
Gamli Bókhandil (HNJ) í Havn.
Rit & Rák í SMS í Havn.
Bókabúðin í Saltangará.
Alfa bókhandil í Klaksvík.
Og kann keypast á nethandli hjá hesum handlum:
Rit & Rák // www.ritograk.fo
Gamli Bókhandil (HNJ) // www.bokhandil.fo












Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder