Portal.fo:
Síðani á heysti í 2016 hevur Ítróttarháskúlin í Suðuroynni regluliga tikið ímóti næmingum - ungum føroyingum og útlendingum.
Í august byrjaði eitt nýtt skeið við nógvum næmingum. Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum er 15 vikur, og fyrst í hesum mánaðinum var próvhandan í Ítróttarhøllini í Vági.
- Nú varð sagt farvæl við 44 fantastiskar næmingar Tað hava verið 15 hendingarríkar, stuttligar og mennandi vikur
Hetta skrivar Ítróttaháskúlanum í Suðuroy í vikuni á Facebook-síðu sínari, har fleiri myndir frá tiltakinum eisini eru.
Tey, sum hava tikið heystskeiðið í Vági (Mynd: ítróttaháskúlin í Suðuroynni)
(Mynd: ítróttaháskúlin í Suðuroynni)
Talan er um eina heldur øðrvísi skúlauppliving hjá næmingunum, sum millum annað eru nógv úti í náttúrini.
Várskeiðið 2024 byrjar í januar. Pláss fyri 48 næmingum á Ítróttaháskúlanum, ið hevur sín heimstað í Vági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald