Thor landar í Havn
Garnaskipið Thor landar 24.000 pund av svartkalva til Barðið í Havn.
Nakrir bátar selja á Fiskamarknaðinum
Streymurin er harður, tí vóru fáir bátar á floti í gjár.
Olga Maria landar í Leirvík
Trolbáturin Olga Maria skal landa í Leirvík í morgin, teir meta seg tá at hava 47.000 pund, mest av toski og hýsu.
Tummas T. landar til Havsbrún
Tummas T. er á Fuglafirði við 1.600 tonsum av makreli, sum teir landa til Havsbrún.