Vinna

400 arbeiðspláss í vanda á Bakkafrost

Hesaferð: 400 arbeiðspláss á Bakkafrost í vanda orsakað av hægri gjøldum.

2023-09-20 10:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Reyða samgongan við Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn má nú taka seg saman, áðrenn alt vinnulív og samfelag kollapsar. Hendan avgjaldsøðin má steðga, tí hon er ein mylnusteinur um hálsin á vinnulívi okkara. Í hesum førinum um hálsin á eini av okkara fremstu vinnulívsfyritøkum. Alivinnan og herundir Bakkafrost er ein av okkara grundsúlum undir vælferðarsamfelagi okkara. Hesin sosialistiski avgjaldspolitikkurin gongur ikki bara útyvir Bakkafrost og teirra arbeiðsfólk, men gongur sanniliga eisini útyvir vælferðarsamfelagið, sum hesi somu siga seg virka fyri.


Sosialistiski avgjaldspolitikkurin steðgar øllum vøkstri av fyritøkum og forðar allari menning og gransking. Men er tað kanska meiningin? Hønan, sum verpir gulleggini verður dripin fyri at fáa øll eggini beinanvegin. Úrslitið kenna vit. Tá hon er dripin kunnu vit bara sita sum ryssa yvir deyðum fyli og droyma um granskingog universitetssjúkrahús.

Hvar rakar næsta sosialistiska herferðin ?
Hesaferð gongur politikkurin hjá reyðu samgonguni útyvir góðskingarvirkið hjá Bakkafrost á Glyvrum. Í fyrsta umfari verða umleið 400 arbeiðspláss í vanda.


Í hvussu nógv ár hava vit ikki tosa um, at gera víðari virkaðar vørur til veruleika? Og nú tað sær út til at fara at eydnast , forkoma sosialistarnir hesum við hægri tøkugjøldum. Við tí blívur virkið á Glyvrum ikki longur kappingarført og arbeiðsfólkið í vanda fyri at blíva sent til hús. Hetta gongur ikki bara útyvir tey, sum verða send til hús, men yvir alla familjuna og alt samfelagið.


Um tað hinvegin snúði seg um kanska bara 10 størv á LS ella fróðskaparsetrinum, so høvdu hesi allarhelst fingið boðið kreppuhjálp. Yvist onga løtu í at reyða samgongan straks hevði farið inn í málið og havt eitt slíkt forstáilsi, at tað hevði verið ringt at hildið tárini aftur av teirra miskunnsemi og sosialistisku
alfaðirligheit


Men nú tað snýr seg um vinnulív er onki forstáilsi. Alt bara kalt og kyniskt. Um tað eydnast reyðu samgonguni at drepa hønina, sum verpir gulleggini verður svangligt hjá okkum. Hetta fer at merkjast á væferðartænastunum, í almannaverkinum, heilsuverkinum, á pensiónsøkinum, skúlaøkinum, samferðsluøkinum, ongin gransking og onki universitetssjúkrahús og so víðari. Kanska tá fer Tjóðveldi at
krúpa til krossin og dúva uppá danska blokkin - sum tey forrestin eisini vilja sleppa av við.


Her má onkur vakna í reyðu samgonguni, áðrenn tit vakna við kaldan dreym. Tit eru vald til at gera Føroyar til eitt betri land, og ikki sett til at forkoma arbeiðsplássum í hópatali.


Sjálvgjørd kreppa
Vit, sum minnast 90´ini ynskja hesa tíðina ikki aftur. Fólk í hópatali rýmdu av landinum, og tey sum vóru eftir høvdu tað sera sera trupult fíggjarliga, og fleiri mistu hús og arbeiði.


At umleið 400 arbeiðspláss eru í vanda hjá Bakkafrost, er ikki nøkur tilfeingiskreppa, sum tað var í 90´unum. Hetta er ein fullkomuliga sjálvgjørd kreppa, sum sosialistiska samgongan hevur ætlanir um at fremja har hon heilt málrættað fer eftir vinnufyritøkum. Vinnan verður oyðiløgd, og allarhelst ikki eingong fyri løtuvinning.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder