Vinna

4 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing og útvísing

Aftur í dag er ein straksdómur fallin í einum máli um innflutning av hashi.

2022-07-13 17:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein 26 ára gamal maður bleiv í dag dømdur í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta uml. 2 kg. av hash til Føroya við tí fyri eyga, at selja tað víðari.

Maðurin, sum er rumenskur ríkisborgari, kom til Føroya við flogfari í gjár.  Maðurin royndi at smugla uml. 2 kg. av hash, sum var fjalt í konservesdósum í viðførinum.

Maðurin játtaði, at hann hevði roynt at smugla hash til Føroya, og tí var tað aftur í dag møguleiki at avgreiða eitt rúsevnismál við einum straksdómi í Føroya Rætti.

Maðurin bleiv dømdur 4 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing. Av tí, at maðurin er rumenskur ríkisborgari, sum einki tilknýti hevur til Føroya, kravdi ákæruvaldið, at maðurin skuldi útvísast úr Føroyum, og at tað skuldi knýtast eitt 5 ára innferðarbann til útvísingina. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Av tí, at maðurin við dóminum bleiv vístur úr Føroyum, kravdi ákæruvaldið eisini, at maðurin skuldi fongslast eftir dómin, og at hann skal sita til útvísingin kann fremjast. Eisini hesum tók Føroya Rættur undir við.

Maðurin tók við dóminum, tað skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder